Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Skipini liggja

Fleiri hava selt á Fiskamarknaðinum í dag, men tey fara ikki út aftur

Fleiri skip og útróðrarbátar, sum fiska undir Føroyum, hava sedt á Fiskamarknaðinum á Toftum í dag, men tey eru løgd nú og fara ikki útaftur.

Fráboðanin um verkfall ger, at skipini ikki fara avstaðaftur, tín tey óttast fyri ikki at sleppa av við fiskin, tá ið tey koma innaftur.

Verkfallið rakar fiskavirkini og tað rakar eisini landingarfólkini á Toftum. Tí liggja skipini nú.

Av Fiskamarknaðonum verður sagt, at prísirnir í dag vóru heldur lægri enn væntað og hetta kemst av fráboðanini um verkfall.