Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Forsætisráðharrin í Slovakia í lívsvanda

Sambært slovakiskum miðlum varð Robert Fico, forsætisráðharri í Slovakia, skotin fleiri ferðir, og næstu tímarnir verða avgerandi

Tíðliga seinnapartin varð forsætisráðharrin í Slovakia, Robert Fico, skotin fleiri ferðir í einum skotálopi, og er nú í lívsvanda, stendur at lesa á hansara almenna Facebook-síðu.

Robert Fico er júst flogin við tyrlu til Banská Bystrica, har hann er komin undir læknahond, og teir næstu tímarnir verða avgerandi, stendur at lesa í dagføringini.

Sambært slovakiskum miðlum, so varð Fico skotin fleiri ferðir, eftir at hava verið á stjórnarfundi, har hann millum annað bleiv raktur í búkin og eisini høvdið, men tað eru óváttað tíðini, men støðan verður lýst sum kritisk.

Robert Fico er 59 ára gamal, og hevur verið forsætisráðharri í Slovakia í fleiri umførum. Fyrstu ferð var frá 2006 til 2010, síðan frá 2012 til 2018 og seinast varð hann valdur 25. oktober 2023.

Hann umboðar sosialdemokratiska flokkin Smer – Sociálna Demokracia, ið merkir, leysliga umsett, sosialdemokratiska leiðin.