Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Fýra evni Á Sýnini í dag

Píkadekk, lembing, handilsgøtan í Havn og hermaður í Ukraina eru á skránni í miðvikusendingini hjá FM1, Á Sýnini, sum verður send frá klokkan 11 til 12

Á Sýnini í dag hevur fýra mál á skránni.

Løgreglan kemur tosa um píkadekk og ferðslu, nú píkadekkini skulu av í dag.

Jens Ivan í Gerðunum, frá búnaðarstovuni, fer at tosa um seyð og lembing.

Tróndur Sigurðsson, býráðslimur í Havn, kemur at tosa um ætlaðu broytingarnar í miðbýnum, har millum annað ætlanin er at gera gøturnar frá Sverrisgøtu og Dr. Jakobsensgøta – sum vanliga verður róp handilsgøtan – einrættaðar.

Frá umleið klokkan 11.30 til 12 kemur Bjørn Kallsoy, sum er hermaður í Ukraina, at tosa eitt sindur um kríggið í Ukraina, og hvat honum hevur verið fyri úti á hermótinum í Ukraina.

Vertir eru Árni Gregersen og Sigurjón Einarsson, meðan Heri Simonsen verður tøkningur.

Á Sýnini í dag frá klokkan 11 til 12 á FM1.

Sendingin verður endursend klokkan 20 í kvøld.