Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Skála gjørt sáttmála við miðvallara

Emil Rosenberg hevur skrivað ein eitt og ein hálvt ára sáttmála við Skála

Skála Ítróttarfelag hevur skrivað sáttmála við Emil Rosenberg, sum fer at spæla við Skála í seinnu helvt í landskappingini. Partarnir hava gjørt ein eitt og eitt hálvt ára sáttmála sína millum.

– Felagið fegnast um at fáa Emil við á liðið og vónar, at væl verður tikið ímóti honum, skrivar Skála.

Emil er 18 ára gamal, og hevur spælt við U19 hjá AC Horsens. Hann verður lýstur sum ein tekniskt dugnaligur miðvallari, ið hevur góðar bóltførleikar.

Emil Rosenberg byrjaði sína fótbóltsleið í Egebjerg IF, ið er eitt samstarvsfelag hjá AC Horsens. Síðan flutti hann til Horsens FS, gjørdist partur av Talentskolen og endaði síðani á AC Horsens, sum spælari á ungum árum. Hann kemur úr einum trý ára sáttmála við AC Horsens, og byrjar nú hjá Skála Ítróttarfelag, har hann fer at spæla við í seinnu helvt.