Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Listasavnið á Sandi nýggjan stjóra

Ólavur Jøkladal er settur sum stjóri á Listasavninum á Sandi

Ólavur er cand. mag. í tónlist og norðurlendskum máli og hevur drúgvar royndir innan fyrisiting.

Sum stjóri skal hann samskipa virksemið á Listasavninum, har summartónar 2024 júst er á skrá hjá savninum; tað eru eisini aðrar framførslur og skeiðsvirksemi gjøgnum árið.

Ólavur tekur við starvinum eftir Eir í Ólastovu, sum hevur staðið á odda fyri Listasavninum á Sandi síðan á heysti í 2019.

Listasavnið á Sandi er opið hósdag, fríggjadag, leygardag og sunnudag frá kl. 13 til 16 og er annars opið eftir avtalu, og tá tiltøk eru.