Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Mamma: Óhoyrt og ábyrgdarleyst at taka sjúkrabilin av Sandoynni

Foreldur í Sandoynni harta nú Sjúkrahúsverkið og leiðsluna á sjúkraflutningstænastuni, nú sjúkraflutningstænastan í Sandoynni verður niðurløgd

– Nú mugu vit mótmæla. Vit halda, at tað er óhoyrt og ábyrgdarleyst av leiðsluni á sjúkraflutningstænastuni, at taka sjúkrabilin vekk av Sandoynni.

Tað sigur Hansa Maria Hallmarsdóttir Winther, ið býr í Sandoynni, og hevur verið í støðu, har tørvur var á skjótari hjálp, og tað ger hon í einari Facebook-dagføring.

Hennara áheitan kemur í kjalavørrinum av, at leiðslan á Sjúkraflutningstænastuni nú hevur valt at taka sjúkrabilin til Havnar, so Havnin verður dekkað við tveimum bilum.

Sjúkraflutningstænastan í Sandoynni hevur annars virkað sum ein sjálvstøðug eind síðan 1993, men eftir 30. mai í ár verður eingin sjúkrabilur standandi í Sandoynni, men kemur ístaðin úr Havn.

Les eisini: Sjúkraflutningstænastan í Sandoynni verður niðurløgd

Hansa Maria Hallmarsdóttir Winther greiðir á Facebook soleiðis frá sínum upplivingum, tá brúk var fyri skjótari hjálp:

“1. desember í 2022 mundu vit mist sonin hjá okkum, sum tá bert var 17 mánaðir gamal. Hann fekk eina grýtu omanyvir seg og skoldaði seg sera illa um allan yvirkroppin, at tað faktiskt stóð um lív hjá honum. Hetta hendi um 20 tíðina um kvøldið, og tríggjar minuttir eftir, at tað varð ringt til 112, so var sjúkrabilurin á staðnum, og tíggju minuttir aftaná, so vóru vit á Landssjúkrahúsinum.

Portørarnir gjørdu eitt fyrimyndarliga gott arbeiði allan vegin ígjøgnum – frá tí, at tann fyrsti kom á staðið, til vit komu á Landssjúkrahúsið. Teir máttu allatíð køla kroppin á soninum niður og halda honum vaknan, av tí at tað var so stórur kjansur fyri, at hann kundi fáa hjartastopp av hendingini. Tað sum bjargaði lívinum hjá soninum var, at tað varð handlað so skjótt.

Vit tora ikki at ímynda okkum, um nú hetta hendi meðan eingin sjúkrabilur var í Sandoynni, og vit høvdu verið noydd til at bíða eftir einum úr Havnini, tí so hevði sonurin ikki verið her í dag.

So góðu tit, tak tað frá foreldrum, sum kenna týdningin av at hava sjúkrabilin her suðuri, ikki taka hann vekk av Sandoynni, tí so seta tit nógv lív í vanda. Ógvuliga egoistisk avgerð, tað mugu vit siga.

Vit fara altíð at verið æviga takksom fyri, at vit høvdu sjúkraflutningstænastuna á Sandoynni tann 1. desember í 2022”, skrivar Hansa Maria Hallmarsdóttir Winther í dagføringini.

Les eisini...  Læknavaktin er nú styrkt við psykiatriskum førleikum

Sjúkraflutningstænastan endurskoðað
Í februar í ár kom fram, at Margit Stórá, landsstýriskvinna við heilsumálum, í svari til Jacob Vestergaard, løgtingslim fyri Fólkaflokkin, at sjúkraflutningstænastan í øllum landinum verður endurskoðað í løtuni, og at eitt tilmæli um dagføring um sjúkraflutningin skuldi latast Sjúkrahúsverkinum í summar. 

Grundgevingin er, at undirstøðukervið nú er nógv broytt, síðan Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin eru komnir.

– Hesa seinastu tíðina havi eg roynt at samráðst við Landssjúkrahúsið fyri at fáa eina avtalu í lag, sum vit kunnu liva við, men hetta bar tíverri ikki á mál, sigur Friðfinn Nicolajsen, leiðari fyri Sjúkraflutningstænastuna í Sandoynni, sum nú verður niðurløgd tann 31. mai.