Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Stovnarin og liðskiparin doyði eftir dyst

Í klubbsanginum stendur nakað soleiðis: ”minnið um David Arellano skal altíð føra okkum til sigurs.”

David Arellano gjørdist toppskjútti undir Copa América í 1926, tá ið hann skoraði ávikavist 4 mál ímóti Bolivia og 3 mál ímóti Paraguay. Hann skoraði sostatt 7 mál í 4 dystum. Hann spældi eisini við um Copa América í 1924 og skoraði tilsamans 8 mál í 6 landsdystum sum vinstri innari vongur.

David Arellano ella David Alfonso Arellano Moraga var føddur í Santiago, Chile tann 29. juli 1901 og sigst vera faðir nýmótans yrkisfótbólt í Chile. Hann byrjaði yrkisleiðina sum 17 ára gamalur við chilendska fótbóltsfelagnum Magallanes í 1919, har hann var við til at vinna chilendska meistaraheitið – Asociación de Fútbol de Santiago – í 1920 og 1921. Samstundis las hann til fólkaskúlalærara.

Hann skoraði einasta málið hjá Chile undir Copa América í 1924, men soltna úrtøkan førdi til, at hann fór at vitja feløg í Uruguay og Argentina. Har sá hann, hvussu hesi liðini fyrireikaðu seg við venjingum gjøgnum vikuna, hvussu teir spældu skipað spæl og at landsliðsleikararnir fingu løn. Heimafturkomin ynskti hann at innføra hesi tingini í Magallanes, men fekk onga undirtøku.

Orsakað av innanhýsis stríðnum í felagnum valdi ein bólkur av ungum leikarum undir leiðslu av David Arellano at taka seg úr felagnum og stovna eitt nýtt felag. Teir stovnaðu Club Social y Deportivo Colo-Colo tann 19. apríl 1925. Í mannamunni verður felagið bert nevnt Colo-Colo.

Colo-Colo varð uppkallað eftir chilendska indiánahøvdinganum Mapuche, sum altíð stríddist og ongantíð yvirgav seg. Hóast samanbrestirnir vardu í tríggjar øldir, so tapti hann ongantíð fyri spaniumonnum undir Arauco-krígnum.

Arellano varð beinanvegin tilnevndur liðskipari og nýggja felagið vann umgangandi meistaraheitið í Santiago í 1926 uttan at tapa nakran dyst yvirhøvur. Skjótt frættist um bragdið uttan fyri høvuðsstaðin og Colo-Colo gjørdist best umtikna felagið í landinum.

Les eisini...  Intra-beiggjarnir: - Vit hava nokkso torført við at fáa armarnar niður í løtuni

1926 var eitt rættiliga týðandi ár fyri Arellano. Hann vísti saksasparkið (La Chilena) fyri chilenska landsliðnum undir Copa América, sum eisini fangaði áhugan hjá altjóða fjepparum. Sama ár gjørdist Arellano liðskipari hjá Colo-Colo, sum fyrireikaði seg til at gerast fyrsta chilendska felagið, ið fór á ein uttanlandstúr.

Teir spældu eina ørgrynnu av framsýningardystum um alt Iberianesið (t.e. Spania og Portugal) í 1927. Við á túrinum vóru eisini forsetin í chilendska fótbóltssambandinum, Carlos Cariola, og aðalskrivarin, Alberto Parodi umframt ein ørgrynna av chilendskum landsliðsleikarum.. Undir hesum túrinum fekk Arellano heiðurin fyri at vísa saksasparkið fyri europearum. Spanskir blaðmenn løgdu eisini merki til hetta serstaka sparkið og róptu tað eisini fyri “La Chilena”.

Arellano gjørdi saksasparkið í ymiskum venjingardystum ímóti feløgum í Barcelona, Valencia, Madrid og Valladolid. Ongin kennir upphavið til sjálvt sparkið, hóast Arellano var ein av teimum fyrstu leikarunum, sum gjørdi sparkið. Hann tók heldur ongantíð æruna fyri at hava uppfunnið tað.

Fótbóltsferðin á Iberisku hálvoynni fekk álvarsamar fylgjur. Í einum dysti ímóti Real Unión Deportiva (nú Real Valladolid) tann 2. mai 1927 fekk Arellano ein stóran skaða í einum samanbresti við miðverjan hjá mótstøðuliðnum, David Hornía. Báðir lupu upp fyri at skalla, men tá ið teir lendu, rakti Hornia Arellano í búkin. Skaðin gav búkhinnubruna. Hóast hann stutt eftir hendingina varð fluttur á eina læknastovu í grannalagnum, so endaði tað við, at hann doyði av búkstoytinum seinnapartin  tann 3. mai 1927 kl. 18.45. Hann var tá 25 ár, 9 mánaðir og 4 dagar gamalur.

Colo-Colo vann kortini chilendska meistaraheitið í 1928, 1929 og 1930 uttan Arellano og Copa Libertdores í 1991.

Les eisini...  Pumpuskipanin í Vestmanna alt ov dýr

Í 2007 styrkismetti IFFHS (International Federation of Football History & Statistics) Colo-Colo millum 14 tey bestu fótbóltsfeløgini yvirhøvur og í 2009 mettu teir Colo-Colo at vera besta chilendska felagið í 20. øld umframt at vera millum 20 tey bestu  í Suðuramerika. Fyri at æra minnið um David Arellano hava klubbtroyggjurnar hjá Colo-Colo eina svarta striku uppi yvir klubbmerkinum. Tað sama hevur leikvøllurin hjá felagnum,  Estadio Monumental David Arellano, ið ber hansara navn, so minnið kann liva í allar ævir.