Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Skeyt seg sjálvan í miðsirklinum

Áskoðaraplássini á vestursíðuni á Gran Parque Central leikvøllinum hjá uruguayanska Nacional eru uppkallað eftir Abdón Porte og vanliga veittra fløgg við slagorðinum: “Fyri blóðið hjá Abdón”.

“Tú traðkar nú inn á vøllin, har Abdón Porte gjørdi sjálvmorð, tí hann ikki longur kundi verja sítt elskaða Club Nacional de Football“ stendur uppi undir loftinum í tunlinum áveg inn á Gran Parque Central leikvøllin. Leikvøllurin hevur verið heimavøllur hjá Nacional síðani 1901 og var eisini karmur um ein av allarfyrstu HM-dystunum, tá USA vann 3-0 á Belgia undir HM 1930.

Av arbeiðarastætt

Abdón Porte varð føddur í 1893 í Durazno í Miðuruguay. Familjan var av arbeiðsmannastætt og tann ungi Abdón lærdi tíðliga, at treysti og hart arbeiði var vegurin fram. Í 1908 flutti hann sum 15 ára gamalur til Montevideo og gjørdist partur av Colón Fútbol Club, sum hann spældi fyrsta dystin fyri í 1910. Felagið var stutt síðani stovnað og luttók ikki í bestu deildini, men Porte skifti seinni í 1910 til Libertad, sum stríddist í botninum í bestu deildini (nú er Libertad avtikið).

Skifti til Nacional

Porte spældi framúrskarandi í miðverjuni hjá Libertad og tað høvdu teir lagt merki til í Nacional, men tað stóð onki til í spírandi søguni hjá Nacional, tí felagið, sum hevði lítlan og ókappingarføran hóp, hevði ikki vunnið uruguayansku steypakappingina síðani 1903 og var ikki komið yvir tapið av Céspedes brøðrunum, sum doyðu av pokum í 1905.

Síðani Nacional varð stovnað í 1899, hevði felagið hoyrt til yvirstættina, men í 1911 vann Jose Maria Delgado valið á aðalfundinum og felagið lat dyrnar upp fyri leikarum úr øllum stættum. Eitt av fyrstu keypunum var 18 ára gamli Abdón Porte, sum spældi fyrsta dystin fyri Nacional í 2-1 sigrinum á Dublin FC tann 12. mars 1911 á høgra bakki. Árið eftir spældi hann sum miðverji og gjørdist stutt eftir liðskipari á liðnum. Nacional vann eisini meistaraheitið anno 1912.

Millum 1911 og 1917 spældi Porte 206 av teimum 227 dystunum, sum liðið spældi og vann 19 heiðrar, harímillum eitt søguligt trítyssi av steypum í 1915 umframt Copa América í 1917 við landsliðnum, hóast hann ikki spældi undir endaspælinum. Hann spældi allar 39 afturvendandi dystirnar ímóti Peñarol.

Liðskipari og lyklaleikari

Abdón Porte var 24 ára gamalur, hevði vunnið 19 heiðrar, var liðskipari hjá einum av bestu liðunum í Uruguay, var hetjan hjá fjepparunum, var landsliðsleikari og livdi eitt eydnusamt lív. Tann 27. mai 1917 mátti hann kortini ásanna, at trøini vuksu ikki inn í himmalin, tí tá tíggju minuttir vóru spældir av Albion steypadystinum ímóti Peñarol á gamla Belvedere leikvøllinum, fekk Porte ein knæskaða. Tá bar ikki til at skifta út, so Porte spældi víðari, og ofraði lív og heilsu fyri sítt elskaða felag. Úrslitið varð, at Porte var skaddur í longri tíð.

Les eisini...  Tíðindini klokkan 12

Knæskaði avmarkaði spælitíðina

Felagið valdi tískil at keypa ein nýggjan miðverja, Alfredo Zibechi, sum eisini var landsliðsleikari, frá Montevideo Wanderers, og tað merkti, at plássið hjá Porte var í vanda. Eftir ein mánaða var Porte kortini aftur á liðnum sum liðskipari, men knæskaðin argaði alsamt meira og Zibechi vann tískil plássið. Kortini var Porte liðskipari tann 17. november, tá Nacional spældi javnleik, men tryggjaði sær triðja meistaraheitið á rað, har arvafíggindin Peñarol endaði sum tveyari. Nacional ognaði sær sostatt, sum fyrsta uruguayanska felagið nakrantíð, steypið til ognar. Lítið vardi tað nakran, at hetta gjørdist krúnan á fótbóltslívsleiðini hjá Abdón Porte sum leikara og liðskipara hjá Nacional.

Porte fekk ongantíð bilbugt við knæskaðanum og tað gjørdist alsamt týðiligari fyri øll, at hann ikki avrikaði á sama støði sum undanfarin kappingarár. Kropsligi spælistílur hansara hjálpti ikki upp á skaðan og læknarnir mettu, at hansara seinasti dystur stóð fyri framman, men Porte var ein stríðsmaður og vildi ikki geva upp. Sostatt spældi Porte í 3-1 sigrinum á Charley FC tann 3. mars 1918 og hann spældi væl.

Seinnapartin dagin eftir vitjaði hann bróður sín, vísti honum knæið, sum kendist stívt uttan nakra rørslu og segði við hann: “Juan, lív mítt uttan Nacional og uttan fótbólt gevur onga meining. Eg verji Nacional á vøllinum. Sleppi eg ikki at spæla, so skjóti eg meg sjálvan í morgin.” Síðani skuldi sigurin hátíðarhaldast á høvuðsstøðini hjá felagnum, har allur hópurin skuldi fagna sigrinum.

Syndarliga søgan

Eftir skaða megnaði hann ikki at avrika á nøktandi støði og tað toldi hann ikki. Hóast hann skuldi giftast í nærmastu framtíð, so kundi hann ikki klára keðiligu boðini. Kvøldið fyri syndarliga sjálvmorðið hevði Abdón Porte fingið sera keðilig boð frá úttøkunevndini (tá var ongin venjari): Eftir dystin ímóti Charley misti hann plássið á liðnum og hann varð avloystur av einum øðrum uruguayanskum landsliðsleikara, Alfredo Zibechi. Síðani Ponte kom til Nacional í 1911, hevði hann í seks ár átt plássið á miðvøllinum og hevði spælt 207 dystir. Sum eitt plástur upp á sárið hevði felagið bjóðað honum ein annan leiklut innan felagsskapin.

Les eisini...  Jóhannudagar í Vági (2) - Samrøða við Guðmund Kárason Jacobsen umborð á "Jóhonnu"

Eftir dystin og døgurðan saman við liðfeløgunum, sum vardi út á náttina og har Porte hevði hugnað sær við onkrum glasi, fekk veitslulagið eina bráða vend, tí brádliga rýmdi ein vælkendur harri úr veitsluni og ongin ánaði, hvat bíðaði teimum. Hann tók tokið til Gran Parque Central leikvøllin kl. 1.00 um náttina, har hann steig inn í miðsirkulin og skeyt seg sjálvan í hjartað við einari skammbyrsu um tvey-tíðina tann 5. mars 1918. Hildið verður, at hann doyði umgangandi og ongin hoyrdi nakað.

Í lýsingini, klokkan mundi vera um seks á morgni, fann hundurin hjá vallarumsjónarmanninum, Severino Castillo, deyða kroppin hjá Abdón Porte. Hann var bara 25 ára gamalur.

Farvælbrøvini

Við síðuna av honum lá skammbyrsan við blóði á umframt stráhatturin, sum hann hevði lagt tvey farvælbrøv undir. Meðan annað var til mammuna og damuna, sum hann skuldi giftast við 3. apríl, so var hitt stílað til forsetan hjá Nacional, Dr. Jose Maria Delgado, sum fekk hann til felagið. Brævið til familjuna og unnustuna varð ongantíð almannakunngjørt, meðan hann hevði skrivað eitt farvælbræv til forsetan í felagnum, har hann bað teir taka sær av mammuni saman við einari yrking:

Góði Dr. José María Delgado: Eg biðji teg og hinar nevndarlimirnar at gera tað sama fyri meg, sum eg gjørdi fyri tykkum: Takið tykkum av mínari familju og elskaðu mammu mínari.

Farvæl mín lívsvinur

Abdón Porte

Hann nýtti eisini høvið til at skriva elskaða felag sínum nakrar reglur og sítt farvæl:

Nacional, though in dust converted

And in the dust forever loved

I shall never forget an instant

How much I have loved you

Goodbye forever

Í brævinum til Delgado ynskti Porte, at felagið tók sær av familjuni og jarðaði hann á La Teja kirkjugarðinum saman við Carlos og Bolívar Céspedes. Fimm dagar eftir deyða hansara spældi Nacional ein vinardyst ímóti Montevideo Wanderers, har allar inntøkurnar fóru til familjuna Porte.

Les eisini...  Føroya Politi minnir fólk um at endurnýggja passið í góðari tíð

Íblástur til filmar, bøkur og søgur á mannamunni

Syrgiliga søgan um Abdón Porte hevur givið fleiri rithøvundum og filmframleiðarum íblástur. Bara tveir mánaðir eftir sjálvmorðið skrivaði uruguayanski rithøvundurin, Horacio Quiroga, stuttsøgu um hálvbakkin Juan Polti í argentinska blaðnum “Atlántida”.

Tann 25. juli 1963 varð argentinski filmurin “Pelota de Cuero” frumsýndur. Armando Bó leikstjórnaði filmin saman við kenda ítróttarblaðmanninum Borocotó, sum hevði skrivað søgugongdina. Høvuðspersónurin er ein Boca Juniors-leikari, sum ikki dugir at ímynda sær lívið uttan fótbóltsfelagið eftir langa fótbóltslívsleið í sama felag. Søgan byggir sjálvandi á lagnuna hjá Abdón Porte. Ein leikari frá Nacional Football Club, sum tók sítt egna lív á vøllinum, har lið hansara spældi: á Gran Parque Central leikvøllinum. Filmurin er upptikin á La Bombonera og vísir myndir frá dysti, sum Boca Juniors spældi ímóti River Plate í 1962. Fleiri Boca-leikarar eru við í filminum: Antonio Rattín, Silvio Marzolini, Ernesto Grillo og Antonio Roma.

Bróðursonur var eisini landsliðsleikari

Abdon Porte var farbróðir hjá Roberto Porta, sum fyrst spældi fyri italska landsliðið, áðrenn hann spældi fyri uruguayanska, hóast hann var føddur í Uruguay. Hann byrjaði at spæla við Nacional, men endaði umvegis argentinska Independiente í Ambrosiana Milan (nú Inter Milan) í 1934. Roberto Porta spældi við Italia í 2-2 javnleikinum ímóti Ungarn tann 24. november 1935, áðrenn hann vendi heimaftur til Nacional. Hann spældi fyrsta landsdystin fyri Uruguay í 1937, har hann skoraði 14 mál í 34 landsdystum fram til 1945.

Fyrimynd felagsins

Abdón Porte var ímyndin av hugtakinum Garra Charrua, har leikararnir geva alt fyri fótbóltsspælið, fyri blusuna, fyri tjóðina: Tað at stríðast ímóti yvirveldinum. Hann varð eisini róptur El Indio orsakað av stríðsviljanum. Hann var sterkur í luftspælinum, arbeiddi hart og sum loysti sína uppgávu uttan fjas. Hann ver sterkur, stinnur, djarvur og ágrýtin.

Áskoðaraplássini á vestursíðuni á Gran Parque Central leikvøllinum eru eisini uppkallað eftir Abdón Porte og vanliga veittra fløgg við slagorðinum: “Fyri blóðið hjá Abdón”.