Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Árni hevur stillað gaggurnar

Týsdagin bórust tíðindini um, at Árni Rein er farin. Árni varð føddur tann 11. mai í 1948, og hann var soleiðis júst blivin 76 ára gamal

Øll, sum eru fastir gestir í Gundadali, mundu vita, hvør Árni var. Frá sínum fasta plássi við bandan – beint undir B36-skýlinum – var hann fastur eygleiðari til dystirnar hjá okkum, og meira enn tí einu ferðina fall onkur hvøss viðmerking um, hvat var gott, og hvat kundi verið øðrvísi. Og tað sama gjørdi seg galdandi, tá hann mánamorgnar plagdi at leggja leiðina fram við B36-húsinum til pingvin-kaffi.

Tað var júst í tí konstruktiva samskiftinum, at tú kendi Árna, og soleiðis var hann eisini sum spælari.

Frá miðskeiðis í 60’unum og eini 10 ár fram, var Árni fastur fúsur á miðvøllinum á besta mansliði okkara. Her hevði hann leiklutin sum halfback – tað sum eitur 6’ari í dag – og hann var nógv virdur av liðfeløgum sínum. Hann var kanska ikki av skjótastu monnum, men tekniskt og taktiskt var Árni sera væl fyri, og gott skot hevði hann eisini. Somikið góðar vóru dygdirnar, at tað eisini rakk til nakrar landsdystir fyri Føroyar.

Av liðfeløgunum varð hann lýstur sum ein fantastiskur holdspælari, og eisini tá var hann bæði erligur og kontantur – men ongan tíð illur – tá boð skuldu gevast. Líkamikið, um tað var á vøllinum ella í skiftirúminum.

Seinastu tíðina hevur heilsan hjá Árna bilað, og nú týsdagin slóknaði hann eftir stutta sjúkralegu.

Í borgarliga lívinum uttan fyri Gundadal starvaðist Árni í fleiri ár sum stjóri á Brunatryggingini, og í nógv ár stjórnaði hann eisini Heilbrigdinum á Velbastað.

Árni varð giftur Hervør Heinesen, og saman høvdu tey Richard, Johnny og Simonu. Eisini er Árni pápi at Jón.

Les eisini...  Fjórðingsfinalusigurin á NSÍ kemur á eitt turt stað hjá B36

Friður verði við minninum um Árna Rein.

Fótbóltsfelagið B36

Árni Rein vitjaði B36 Varpið her á FM1 herfyri, og tann sendingin kann hoyrast her.