Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Kongshjúnavitjanin útsett

Aksel V. Johannesen, løgmaður, hevur tikið avgerð um at útseta kongshjúnavitjanina

– Eg eri sera harmur um, at vit mugu útseta kongshjúnavitjanina. Eg veit, at  mong við mær hava glett seg til at taka ímóti Fríðrikki kongi og Mary drotning. Fyrireikingarnar hava gingið væl og nógv fólk hava lagt stóra orku í at seta saman eina spennandi og fjølbroytta skrá, men vitjanin verður flutt og hildin, tá ið umstøðurnar, at hava eina kongaliga vitjan, eru tær røttu.

Tað sigur Føroya Løgmaður, Aksel V. Johannesen, í tíðindaskrivi, nú avgerð er tikin um, at kongsvitjanin verður útsett.

Kongshjúnavitjanin skuldi eftir ætlan skuldi vera í døgunum 12.-14. juni.

Orsøkin er óbroytta støðan við verkfallinum.

– Løgmansskrivstovan og Kongshúsið arbeiða við at finna nýggja dagfesting til vitjanina. Nærri kunning kemur í næstum, skrivar Løgmansskrivstovan.