Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Lærlittu loðmýggini gera aftur innrás

Tey fóru avstað við nógvum yvirskriftum fyri tveimum árum síðan, og nú eru tey aftur her, lærlittu loðmýggini

– Her undir oyggj, royðrarroyggj og lærlitt loðmýggj í lyngi…

Soleiðis ljóðar ein linja hjá einum av hittunum í fjør, tá bólkurin Bollarnir millum annað nevna lærlitt loðmýggj í sanginum “Kom við mær”, sum í ár passar væl til, hvussu støðan er í høvuðsstaðnum í løtuni, nú lærlittu loðmýggini aftur gera innrás.

Men higartil í ár hava vit enn ikki sæð eins nógv at sæð til hesi loðmýggini, eins og tað var í 2022, 2020 og serliga í 2018, tá Tórshavnar kommuna fekk fleiri fráboðanir frá fólki í Havn, sum vóru plágað av svørtu flugunum við reyðum beinum, sum kunnu tykjast heldur seinar, men fara upp at flagsa, tá sólin sær.

Lærlitt loðmýggj (latín: Bibio pomonae) eru umleið 10-13 millimetur til støddar.

Ikki nýggjur gestur
Ilt er at siga, nær loðmýggið er komið til Føroya, men tey hava verið vanlig í Suðuroynni í nøkur ár.

– Lærlitt loðmýggj hevur til dømis verið vanligt í haganum uttan fyri Sumba síðan miðskeiðis í 1980-unum, og onnur hava staðfest hetta skordýrið norðanfjørðs í umleið 1990, skrivar Jens-Kjeld Jensen á heimasíðu sínari, jenskjeld.info.

Fyri nøkrum árum síðani vóru so nógvar av hesum lærlittu loðmýggjunum á Tvøroyri, at tað var sum at síggja eitt svart surrandi larmandi skýggj hanga uppiyvir bønum, skrivar Jens Kjeld.

Lærlitt loðmýggj eru ikki vandamikil á nakran hátt, men verða fólk órógvað av hesum, so mælir Tórshavnar kommuna til at fólk seta seg í samband við skaðadjóratænastu. Kyktið kann verða rættiliga órógvandi, tá tað flagsar um høvdið á einum ella setur seg, tí at tað er so stórt.

Les eisini...  USS Delaware aftur í Føroyum

Jens Kjeld skrivar, at grágæs halda lærlittu loðmýggini verða sera leskilig, og á Tvøroyri hava tey millum annað sæð, at grágæsnar hoppaðu upp í leysa luft fyri at fanga tey.

Ormveran livir av deyðum bløðum, rotnandi lívrunnum tilfari og grasrótum. Hildið verður, at gongdin frá ormveru til mýggj tekur trý ár, men her í Føroyum eru ábendingar um, at gongdin einans tekur tvey ár, tí lærlitt loðmýggj vóru í milliónatali í Havn í 2018, 2020 og aftur í 2022. Hetta kundi bent á, at tey finnast í stórum tali makað ár, skrivar Jens-Kjeld Jensen millum annað í Frøði.

Lærlitt loðmýggj (Bibio pomonae) á flogi í Havn tann 27. juni í 2018 @Marita Gullklett