Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Bussleiðin økir túratalið

Leið 1 byrjar fyrr upp á dagin og endar seinni. Leið 2 og 4 fara eisini at koyra longri um dagin

Leið 1 er nógv mest brúkta farleiðin hjá bussleiðini hjá Tórshavnar kommunu. Leið 1 koyrir frá Hamaranum á Argjum, gjøgnum býin, niðan í Hoyvík og Inn á Gøtu, og út aftur til Hamaran, og nú hevur kommunan avgjørt at seta fleiri eykatúrar inn á hesa leiðina – bæði gerandisdagar, leygardag og sunnudag.
 
– Mánadag til fríggjadag fer Leið 1, sum byrjar á Hamaranum klokkan 06:50, nú at koyra ein túr longur út á dagin og endar klokkan 17:36, ístaðin fyri klokkan 16:36. Sum nakað nýtt kemur Leið 1, sum byrjar at koyra klokkan 07:35 av Hamrinum, at koyra til klokkan 23.21, skrivar Tórshavnar kommuna.
 
Tað vil siga, at tveir bussar koma at koyra á leið 1 um kvøldið, soleiðis at teir koyra hálva hvønn tíma.

Viðvíkjandi leið 2 og 4, so skrivar kommunan soleiðis:
 
“Leið 2, sum byrjar av Norðasta Horni kl. 06:45, koyrir ein túr eyka út á dagin og endar at koyra kl. 17:31, í staðin fyri sum nú kl. 16:31. Leið 4, sum byrjar við Glasir kl. 07:50, koyrir eisini ein túr longur út á dagin og endar at koyra kl. 18:36, í staðin fyri sum nú kl. 17:36. 
 
Leygardagar er tað so, at Leið 1, sum vanliga byrjar kl. 10:05, kemur at byrja ein túr fyrr um morgunin kl. 09:05, koyra ein túr longur um kvøldið og endar at koyra kl. 23:51, í staðin fyri sum nú kl. 22:51.
 
Sum nakað nýtt, kemur ein bussur afturat at koyra á leið 1 frá kl. 09:35 til kl. 23:21. Hetta merkir, at bussur koyrir tvær ferðir um tíman á leið 1 leygardag, í staðin fyri sum nú eina ferð um tíman.
 
Leið 2 koyrir ein túr longri um kvøldið og gevst kl. 23:51, í staðin fyri sum nú kl. 22:51. Leið 3 koyrir ein túr longur um kvøldið og gevst kl. 23:26, í staðin fyri sum nú kl. 22:26. Sunnudag er tað soleiðis, at Leið 1, leið 2 og leið 3 koyra allar tveir túrar longur út á kvøldið og enda ávíkavist kl. 20:51, kl. 20:51 og kl. 21:26, ístaðin fyri sum nú áleið kl. 19:00″.
 
Í samband við, at nýggi innkomuvegurin verður liðugur, so arbeiðir kommunan eisini við, at bussleið skal skipast eftir innkomuvegnum.
 
Kommunan skrivar, at næstu vikurnar verða allar talvurnar settar upp í býnum. Dagførda ferðaætlanin liggur eisini á www.torshavn.fo.
 
Koyringin er byrja nú mánamorgunin 24. juni.

Les eisini...  Húsareynstunnilin verður skotin ígjøgnum í morgin

Les nýggju ferðaætlanina HER