Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Sansir skal gera føroyska básin á fiskavørumessuni í Barcelona

Tað verður Sansir, sum skal standa fyri at byggja føroyska landabásin á fiskavørumessuni Seafood Expo Global í Barcelona í 2025. Eisini fer Sansir at veita aðrar tænastur í hesum sambandi

Sansir hevur fingið ábyrgdina av sniðgeving og øðrum praktiskum tænastum á landabásinum til komandi Seafood Expo Global, ið verður í døgunum frá 6. til 8. mai í 2025 í Barcelona.

– Tað er Føroya Arbeiðsgevarafelag, ið samskipar føroyska básin á fiskarímessuni í Barcelona, og Sansir kemur at arbeiða í tættum samstarvi við Vinnuhúsið og luttakandi fyritøkurnar, skrivar Vinnuhúsið.

Víðari skrivar Vinnuhúsið, at farið verður nú undir at fyrireika gólvplássið til 2025.

– Freistin hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag at lata umsóknina til fyriskipararnar av messuni um gólvpláss er í juli 2024.

Seafood Expo Global er heimsins størsta sølumessa innan sjógæti. Føroyskar fyritøkur hava tikið lut á Seafood Expo Global frá byrjan.