Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Frágreiðingin um landsroyndirnar er nú tøk

Í ár er fjúrtanda ferð, at landsroynd er hildin. Umleið 1.300 næmingar í 35 skúlum tóku lut í landsroyndunum, sum vóru skipaðar í døgunum 16., 17., 18. og 19. apríl

Eftir ynski frá skúlum varð royndin hesaferð skipað yvir fýra dagar fyri at geva rúm fyri, at næmingarnir kunnu hugsavna seg um eina roynd um dagin. Eisini gevur hetta ró hjá næmingum, ið hava tørv á eyka tíð. Av tekniskum orsøkum vóru næmingarnir í einum skúla ikki við í royndini í støddfrøði saman við hinum, men fóru til royndina seinni. Úrslitini hjá teimum eru sostatt ikki við í hesum miðaltølunum.

Í samanumtøkuni í frágreiðingini stendur, at royndin í ár gekk væl. Skúlarnir kenna nú talgildu skipanina, og í tøttum samstarvi við teir hava fyrreikingarnar og royndarhaldið gingið væl. Úrslitini, sum eru greinað, geva ikki innlit í heildarúrtøkuna hjá skúlunum. Úrslitini vísa, hvussu næmingar í 4. og 6. flokki í miðal hava loyst ítøkiligu uppgávurnar innan ásettu karmar og í sambandi við tað, sum uppgávurnar hava lagt upp til. Skúlarnir fáa miðalúrslit fyri landið, floksúrslit og næmingaúrslit, og hesi verða brúkt sum partur av regluligu eftirmetingini hjá einstaka næminginum og flokkinum sum heild.

– Tað áliggur skúlaleiðaranum at viðgera úrslitini frá landsroyndini saman við einstøku lærarunum og leggja eina ætlan fyri, hvussu neyðugar ábøtur skulu fremjast, umframt at senda myndugleikunum eina frágreiðing um, hvørji tiltøk og ætlanir úrslitini í landsroyndini hava elvt til, skrivar Skúlablaðið.

Nám/Próvstovan hevur í ár valt at stytta um almennu frágreiðingina, og fer at raðfesta samskifti við skúlaleiðslur um úrslitini hjá einstøku skúlunum, og hvussu hesi kunnu brúkast sum liður í menningini av undirvísingini. Harumframt heldur førleikamenning av uppgávunevndunum fram, og endamálið er at geva øllum pørtum íblástur til arbeiðið at menna undirvísing, uppgávugerð og eftirmeting í skúlanum.

Les eisini...  Nú kemur regluverk fyri fartelefonir í fólkaskúlanum

Endamálið við landsroyndunum er at meta um førleikan hjá næmingum fólkaskúlans í ávísum lærugreinum, og landsroyndirnar geva skúlum, foreldrum, næmingum, lærarum og myndugleikum innlit í úrtøkuna hjá næmingum í 4. og 6. flokki í føroyskum, støddfrøði og náttúru og tøkni.

Tað ber til at lesa alla frágreiðingina her Landsroyndarfragreiding_2024.pdf (provstovan.fo)

Keldur: provstovan.fo og Skúlablaðið