Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Mangt broytist á mansins ævi

Langabbasonurin talar at rasuskilnaði í týska landsliðshópinum.

Sum flestum kunnugt verður EM 2024 hildið í Týsklandi, men tað kom illa við, tá ARD fyri júst einum mánaða síðani kunngjørdi eina kanning í sambandi við heimildarfilmin “United and Justice and Diversity – The National Team Between Racism and Identification.”, at 21% av teimum 1.304 persónunum, sum vórðu spurdir, hildu, at der Mannschaft skuldi vera mannað við fleiri ljósum leikarum.

Seinast Týskland stóð ovast á sigurskamlinum, var undir HM 2014, tá litti verjuleikarin, Jérôme Boateng, átti ein týðandi leiklut í 1-0 sigrinum á Argentina, har hann var ein tryggur aftasti skansi. Nú er ein annar littur verjuleikari aftur álitið, Antonio Rüdiger, og í álopinum er eisini Leroy Sané.

Bæði týski landsliðsvenjarin, Julian Nagelsmann, og miðvallarleikarin hjá Bayern München, Joshua Kimmich, tóku harðliga frástøðu frá kanningini. Serliga fall kanningin 29-ára gamla Kimmich fyri bróstið:

“Øll, sum eru uppvaksin við fótbóltsspælinum, vita, at hetta er fullkomiliga burturvið. Fótbóltsspælið er eitt gott dømi um, hvussu vit kunnu sameina ymisk lond, ymsan húðalit og ymiskan átrúnað. Tað er tað, sum okkara lið handlar um. Eg hevði saknað fleiri leikarar. Um teir ikki sluppu við, so var avgjørt talan um rasuskilnað og tað hoyrir ikki heima í okkara skiftingarrúmi.”

Og víðari segði hann: “Tá hugsað verður um, at vit eru vertir fyri EM á heimavølli, so er tað ein høpisleysur spurningur at spyrja, tá endamálið er at savna tjóðina. Tað handlar um at fremja stór úrslit saman. Vit royna sum lið at fáa øll í Týsklandi at stuðla okkum.”

Júst Joshua Kimmich hevur havt rasuskilnað tætt at kroppinum, tí langabbin, Hans-Jörg Kimmich (1920-2004), varð heiðursprýddur við alskyns heiðursmerkjum av nazistunum fram til 1945.

Les eisini...  25 dystir - 25 ymiskar leikaralistar

Saman við Spania hevur Týskland vunnið EM tríggjar ferðir og bæði londini hava framvegis møguleikan at vinna fyri 4. ferð. Londini møtast í fjórðingsfinaluni 5. juni í Stuttgart.