Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Skotland fríggjar til Newcastle

Skotland ynskir at styrkja EM-hópin við enskum avlopi frá serliga Newcastle United.

Bæði Skotland og Ongland hava vunnið seg til EM-endaspælið 2024 í Týsklandi. Skotland er í bólki saman við Týsklandi, Sveits og Ungarn, meðan Ongland er í bólki saman við Danmark, Serbia og Slovenia.

Hjálparvenjarin hjá Skotlandi, John Carver, hevur tætt tilknýti til Newcastle, har hann hevur verið fyribils felagsstjóri, hjálparvenjari og ungdómsleikari. Nú er hann høgra hond hjá Steve Clarke, sum eisini hevur virkað sum felagsstjóri hjá Newcastle.

Newcastle hevur seinnu árini havt undanvind á fótbóltsvøllinum og serliga eru tað Anthony Gordon, Harvey Barnes, Tino Livramento og Elliot Anderson, sum eru áhugaverdir. Allir eru teir føddir í Onglandi og hava umboðað ensk ungdómslandslið, men dysturin á U19-landsliðnum hjá Elliot taldi ikki. Elliot hevur annars umboðað Skotland á ungdómslandsliðum, men framvegis er ivamál, um hann vil umboða Skotland í A-landsliðshøpi, tí hann meldaði avboð til landsdystirnar ímóti Kýpros og júst Onglandi í august mánaða.

Harvey Barnes hevur spælt á enska A-landsliðnum, men tað var í einum venjingardysti ímóti Wales og hann telur tískil ikki við, um hann skiftir land í landsliðshøpi.

Tað verður ikki roknað við, at nakar av omanfyri nevndu leikarum fær pláss í enska EM-hópinum hjá Gareth Southgate, men allir styrkja Skotland, men Skotland steðgar ikki har. Í Leeds roynir fyrrverandi skotski landsliðsleikarin, Liam Cooper, sum eisini er føddur í Onglandi at yvirtala liðfelagan, Archie Gary, sum er abbasonur Frank Gray, sum var ein stinnur verjuleikari hjá Leeds og Skotlandi í seinnu helvt av 1970-árunum og í byrjanini av 1980-árunum.