Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Avlýsti barnaróðurin verður avgreiddur 20. juli

Ein bátur, sum helt startinum, fekk um skrúvuna á sundalagsstevnu, og tí varð barnaróðurin avlýstur tá, men nú er nýtt dato sett á til avlýsta barnaróðurin

Nógv vóru komin langa leið til barnaróðurin á sundalagsstevnu leygardagin 15. juni, men tá ein av bátunum, sum heldur startinum, fekk um skrúvuna, so var einki annað at gera, enn at avlýsa barnaróðurin, tí starturin mátti upp á land og fløkjan mátti greiðast.

Nú er greitt, at Róðrarsambandið, dómaratoymi og fyriskipararnir av sundalagsstevnuni hava avgjørt, at barnaróðurin, ið bleiv avlýstur á sundalagsstevnu 15. juni, verður avgreiddur leygardagin 20. juli í Kollafirði.

Flagg- og starttíðirnar verða tær somu:

– Barnaróður, gentur – Riðil 1 – start kl. 13.30

 -Barnaróður, gentur – Riðil 2 – start kl. 13.40

– Barnaróður, gentur – Finala – start kl. 14.00

– Barnaróður, dreingir – start kl. 14.20

Startrøðin kemur út vikuna eftir vestanstevnu.