Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

B36 Varpið: Magne Hoseth vitjaði

Í B36 Varpinum í dag vitjaði Magna Hoseth, høvðusvenjara hjá Betri monnum.

Í B36 Varpinum í dag vitjaði Magna Hoseth, høvðusvenjara hjá Betri monnum.

Práta var um, hvussu nýggi høvðusvenjarin er farin í holt við at loysa avbjóðingarnar, sum besta liðið hevur havt í ár.

Hugt var fram ímóti komandi dystum, har Magne Hoseth fyrst vitjar aftur á gomlum gøtum í Djúpumýru, fyri síðan at fara í holt við avbjóðingarnar í teim europeisku dystunum.

Nomi var eisini inn á spælarakarrieruna hjá Magna, og tær løgnu hendingarnar hann var úti fyri í Lyngby fyrr í ár.

B36 Varpið er at hoyra hósdag kl 16 á FM1.

Sendingin verður endursend hóskvøld kl 23 og sunnudag kl 13. Hon liggur eisini sum poddvarp á FM1.fo.

B36 Varpið er stuðlað av Faroe Ship og Mouritsen’s Bussum.