Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Prestafelagið fingið nýggja forkvinnu

Formaðurin seinastu 14 árini, Theodor Eli Dam Olsen, ið kom í nevndina í 2008, stillaði ikki uppaftur

Prestafelagið hevur fingið nýggja forkvinnu. Tað er Steintóra Gleðisheyg Joensen, sum er vald forkvinna, og hon er eisini nýggj í nevndini.

Tað skrivar Fólkakirkjan á heimasíðu sínari.

Formaðurin seinastu 14 árini, Theodor Eli Dam Olsen, ið kom í nevndina í 2008, stillaði ikki uppaftur hesa ferð.

Símun Persson Jacobsen varð afturvaldur, og Maria Jørðdal Niclasen helt eisini fram. Hon stóð ikki fyri vali hesa ferð.

Heri J. Joensen varð afturvaldur sum tiltakslimur.

Nýggja nevndin hevur skipað seg við Steintóru Gleðisheygg Joensen sum forkvinnu, Símuni Perssyni Jacobsen sum næstformanni og Mariu Jørðdal Niclasen sum kassameistara.

Prestafelag Føroya er fakfelag prestanna í Føroyum og hevur samráðingarrættin við Fíggjarmálaráðið.