Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Vøllurin við Djúpumýrar fingið altjóða góðkenning

Nýggi vøllurin hevur fingið eina FIFA Pro góðkenning, so nú er møguligt at spæla altjóða dystir í Klaksvík

Herfyri góðkendi Klaksvíkar býrað eina eykajáttan upp á fýra milliónir í samband við, at vøllurin í Klaksvík skuldi skiftast út. Bleiv vøllurin ikki skiftur út, so var neyvan nakar evropeiskur fótbóltur spældur í Klaksvík í summar.

FIFA hevur góðkent vøllin við Djúpumýrar Hetta merkir, at vøllurin hevur fingið eina sonevnda FIFA Pro góðkenning, ið merkir, at altjóða fótbóltur kann spælast í Klaksvík.

– Tað er ongin loyna, at stórar íløgur eru gjørdur á og kring Djúpumýrar, sigur borgarstjórin í Klaksvík, Karl Johansen, borgarstjóri í Klaksvík.

Áskoðaraplássini eru munandi økt seinnu árini, umframt at nýggja stadionøkið nú hevur fingið nýmótans skiftingarrúm, venjarahøli, dómarahøli, skrivstovuhøli og aðrar umstøður, ið lúka altjóða krøv. 

Í løtuni er kommunan í gongd við ‘Hornaskýlið’. Tað arbeiðið fevnir millum annað um at útbyggja sitiplássini við 180 plássum og fleiri wcum, umframt at fleiri goymslurúm vera í niðaru hæddini, skrivar kommunan.