Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Víkingur missir venjara

Venjarin hjá 1. deild hjá Víkingi fer at hjálpa til á Skála

(Dagført 13:40)

Venjarin hjá Víkingi í 1. deild, Poul N. Poulsen, er givin í felagnum. Hann verður ístaðin hjálparvenjari hjá Skála.

Sostatt verða tað Poulsen og Poulsen, sum koma at standa við róðrið á Skála í seinnu helvt av landskappingini.

FM1 skilir á lagnum, at Víkingur longu hevur funnið ein avloysara, og tað er Gert Hansen, ið býr í Norðragøtu, og er ikki ókendur í felagnum, sum hann umboðaði frá 2015 til 2019.

1. deildarliðið hjá Víkingi liggur í løtuni á triðja plássi við 29 stigum – eitt stig aftanfyri B36, ið liggur nummar eitt.

Skála steðga upp
Skála fekk eina góða byrjan upp á hetta kappingarárið, men úrslitini hava ikki verið so góð seinastu tíðina. Seinasti sigurin hjá Skála kom tann 1. juni, tá Skála, á heimavølli, vann 3-2 móti ÍF.  

Um Poul N. Poulsen skal hjálpa til at venda gongdini, ella um skiftið er av praktiskum ávum er ikki til at siga, men Poul, ið er vágbingur, er búsitandi á Skála, og hevur eisini áður verið hjálparvenjari í felagnum.

Skála hevur leitað eftir einum hjálparvenjara til besta liðið, eftir at Per Mikkelsen, sum annars hevur verið hjálparvenjari á besta mansliðnum hjá Skála ÍF seinastu tvey árini, nú er vorðin høvuðsvenjari hjá Skála-kvinnum saman við Vinjardi Johansen.

Áðrenn Poul N. Poulsen gjørdist hjálparvenjari í Víkingi farna kappingarár, so var hann venjari hjá besta besta kvinnuliðnum hjá NSÍ, sum bæði í 2021 og í 2022 endaði næstfremst í landskappingini. Í 2021 vunnu NSÍ kvinnurnar steypafinaluna 4-2 ímóti HB.     

Les eisini...  Løgreglan: Tvey mál um falskan pening í seinastuni

Skála liggur í løtuni nummar sjey í Betri Deildini hjá monnum við 14 stigum.