Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Mikkjal Thomassen um fyrstu dagarnar í AIK: “Ekstremt”

Nýggi høvuðsvenjarin hjá AIK er komin upp á pláss í Svøríki, og hevði í gjár sína fyrstu venjing við sínum nýggja felag. - Tað er ein stór ábyrgd at vera her, og eg vil gera alt fyri at liva upp til tað, sum verður væntað av mær, sigur føroyski venjarin

Mikkjal Thomassen stóð á odda fyri síni fyrstu venjing á einum væl vitjaðum Karlberg (har sum AIK venur, jour.) hósdagin, og harvið er ein long venjaratilgongd sostatt liðug hjá felagnum, eftir at Henning Berg varð sagdur úr starvi fyrr í summar.

– Seinastu dagarnir hava verið púra ekstremir. Tað hevur verið nógv at fáast við, og eg havi havt nógvar samrøður við AIK. Tað er ein fantastisk kensla at vera her. AIK er eitt stórt felag, og eg eri sera glaður fyri at vera her, og spentur at arbeiða hart fyri felagið. Tað er ein stór ábyrgd at vera í AIK, og eg vil gera alt fyri at liva upp til tað, sum verður væntað av mær, sigur Mikkjal Thomassen í samrøðu við svenska Expressen eftir venjingina í gjár, sum var opin fyri almenninginum.

Í samrøðuni sigur føroyski venjarin, at hann elskar at menna fólk og stuðla spælarunum í øllum, sum teir gera.

– Eg seti sera høg krøv og krøv. Mítt mál er, at venjingarumhvørvið í AIK skal vera í topp í Skandinavia. Tey tingini eru eg og felagið samd um, sigur hann.

Hann vil eisini síggja nakrar aðrar eginleikar í spælinum.

Gongur upp í detaljur
Útsendi rapportarin hjá Expressen kemur inn á, at inntrykkið av nýggja venjararanum, er, at hann er ógvuliga detaljeraður. Føroyski venjarin kemur í samrøðuni støðugt aftur til, hvussu týdningarmikið tað er at hava høgt venjingarstøði, og tí verður spurt, hvussu AIK verður fyri kropsliga.

– Vit mugu hava fult tamarhald á øllum pørtum, tá tað kemur til tað fysiska og øllum tí, sum spælararnir faktiskt gera – alt frá kosti til medisinskt. Tað snýr seg um at skilja, hvussu kroppurin er fyri, hava rættan kost, bæði á mikro og makro støði. Hetta venja vit spælararnar í eisini, tí í AIK mugu vit hava fult tamarhald á spælarunum, sum umboða felagið, tí tað snýr seg ikki bara um, hvat vit gera á vøllinum. Tað eru rættiliga høg krøv, skalt tú vera best í 2024, og tað krevur ovurstóra vitan, og eg havi roynt at útbúgva meg seinastu árini.

Les eisini...  Jóannes takkar Mikkjali fyri tíðina saman

Brúkar fyrstu tíðina at eygleiða
Mikkjal Thomassen sigur, at tað verða ikki nógvar broytingar beinavegin, tí honum dámar best at eygleiða fyrst og kenn felagið, áðrenn hann setir sín dám á tingini. Á hendan hátt fær hann eina fatan av, hvussu viðurskiftini hava verið fyrr, og so haðani byggja eina brúgv til tað, sum felagið skal standa fyri í framtíðini.

– Eg eri ikki ein venjari, sum blakar alt burtur og skiftir mitt í kappingarárinum. Eg havi stóra virðing fyri AIK, og her er ovurstórur førleiki í felagnum. Nú verður tað umráðandi at eygleiða og at hava gott samskifti við øll í mínum toymi, liðnum og felagnum.

Mánadagin skal Mikkjal Thomassen standa á odda fyri sítt nýggja lið, tá AIK á útivølli skal spæla ímóti fyrrverandi liðnum hjá Meinhard E. Olsen, GAIS úr Gøteborg.

– Eg síggi hvussu nógv spælararnir gleða seg til dystin, og eg eri errin av móttøkuni, ið eg havi fingið her. Spælararnir hava veruliga víst, at teir vilja hetta, sigur føroyski venjarin við Expressen.

Felagið hevur eisini lagt ein brellbita út á sosialar miðlar frá degnum í gjár, tá nýggi venjarin heilsaði upp á sínar spælarar: