Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Stuðul til film 2024 – seinna umfar

Nú er møguligt at søkja um filmstuðul. Freistin at søkja er 1. september

Almanna- og mentamálaráðið lýsir nú við møguleikanum at søkja um stuðul til film í 2024.

Talan er um seinna umfar, og freistin at søkja er 1. september 2024, klokkan 15.

Stuðulin kann veitast til ymsar tættir innan filmsgerð, harundir hugskots- og handritsmenning, undanframleiðslu, framleiðslu, eftirframleiðslu og útbreiðslu. Stuðulin kann verða játtaður einstaklingum, bólkum ella feløgum.

Stuðulin til film er 4,5 milliónir krónur í ár, og eftir at býta út í hesum umfari eru umleið tvær millión krónur.

Umsóknarblað kann takast niður her.