Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Girondins de Bordeaux er aftur eitt áhugafelag

Felagið, sum hevur hýst HM- og EM-vinnarum sum Zinedine Zidane, Bixente Lizarazu og Christophe Dugarry, EM-vinnaranum Ulrich Ramé umframt miðvallarleikarin hjá Real Madrid, Aurélien Tchouaméni, er farið av knóranum.

Í 2022 flutti Girondins de Bordeaux niður í Ligue 2 bara 12 ár eftir, at liðið spældi í fjórðingsfinaluni í UEFA Champions League. Bordeaux er aftur í svárum fíggjarligum trupulleikum og noyðist niður í triðbestu deildina at spæla, har liðið ikki hevur spælt, síðani tað gjørdist eitt yrkisfelag í 1930-árunum, tí felagið skyldar 300 milliónir krónur. Hetta er ikki fyrstu ferð, at felagið er stýrt av tromini, men nú verður felagið aftur eitt áhugafelag fyri fyrstu ferð í nærum 90 ár. Fótbóltsskúlin hjá felagnum verður latin aftur og fleiri yrkisleikarar væntast at rýma úr felagnum.

Fótbóltur frá 1919

Felagið varð stovnað 1. oktober 1881 sum Girondins Ítróttarfelag og hevði ymiskan ítrótt á breddanum: Fimleik, skotvenjing, svimjing, rógving og nevaleik. Sum eina roynd varð fótbóltsspælið lagt afturat í 1910, men tikið burtur aftur árið eftir. Síðani 1919 hevur fótbóltsspælið verið fastur partur av felagnum. Fyrsta almanna dystin spældi felagið í 1920, har tað tapti heili 12-0 fyri Section Burdigalienne.

Stjórnarskeiðið hjá Olivier Lhose-Clos

Stjórnarskeiðið hjá forsetanum Olivier Lhose-Clos byrjaði í 1934. Í 1936 legði felagið saman við Girondins Guyenne Sport og átók sær yrkisfótbólt 2. juli. Í 1937 vann Bordeaux seg í steypafinaluna fyri áhugafeløg ímóti FC Scionzier. Dysturin varð spældur á Stade de Colombes í París sum undandystur áðrenn landsdystin millum Frakland og Írland tann 23. mai 1937; Bordeaux vann finaluna 2-1.

Bordeaux luttekur í landskappingini á fyrsta sinni

Bordeaux luttók í fronsku landskappingini í kappingarárinum 1937-38, har teir spældu í 2. deild. Tann 22. august 1937 spældi Bordeaux fyrsta landskappingardyst, har teir taptu 2-3 fyri Toulouse. Tað var ikki eitt gott kappingarár hjá Girondins, sum endaði nr. 6 av 7 liðum í 2. deild í økisbólkinum Suður. Teir vórðu verandi í 2. deild til 1939, har teir endaðu á 11. plássi í seinasta kappingarárinum, áðrenn kappingin varð niðurløgd orsakað av seinna heimsbardaga. Í 1941 vann liðið kortini fronsku steypakappingina, tá Santiago Urtizberea skoraði bæði málini í 2-0 sigrinum á SC Fives.

Les eisini...  Kunningarstovan á Tvøroyri nýggjan samskipara

Bordeaux fekk pláss í 1. deild

Tá landskppingin varð uppafturtikin í 1946, fekk Bordeaux pláss í 1. deild, men flutti niður árið eftir. Bordeaux flutti upp aftur í bestu deildina í 1949 og vann fyrsta meistaraheitið 7 .mai í 1950, tá liðið hevði 6 stig niður til Lille. Samstundis hevði liðið besta álopið, tá teir skoraðu 88 mál og bestu verjuna, tá teir bert lótu 40 mál inn. Tað var eisini fyrstu ferð, at lið, sum júst var flutt upp, vann meistaraheitið.

Stjórnarskeiðið hjá Claude Bez

Tá ið fastognarríkmaðurin og fyrrverandi kassameistarin í felagnum, Claude Bez, tók við formanssætinum í 1979 hevði felagið leingi verið í gloymskuni. Felagið hevði onki vunnið í nærum 30 ár og hevði enntá eisini spælt nøkur ár í 2. deild. Tað broytti hin famskygdi Claude Bez, tá peningur varð pumpaður inn í vesturfranska  felagið og komandi árini fekk felagið aftur á fleiri landsliðsleikarum frá øðrum feløgum. Venjari hjá liðnum var hin ungi Aimé Jacquet, sum eisini førdi Frakland til HM sigurin á heimavølli í 1998. Hann gjørdist venjari í 1980, tá hann avloysti belgiaran Raymond Goethals. Brádliga var Bordeaux eitt stórfelag.

Glæsiligasta tíðarskeiðið hjá felagnum

Í 1984 vann felagið fyrsta meistaraheitið undir stjórnarskeiðnum hjá Bez. Tað var eisini byrjanin til glæsiligasta skeiðið hjá felagnum higartil. Millum 1984 og 1987 vann felagið meistaraheitið tríggjar ferðir (1983-84, 1985-86 og 1986-87) og steypakappingina tvær ferðir (1985-86 og 1986-87). Stjørnuleikarar á liðnum vóru: Marius  Trésor, Bernard Lacombe, Omar Sahnoun, Jean Tigana, Patrick Battiston og Alain Giresse. Tað hevði eisini við sær, at Bordeaux, í eina tíð, átti bulin á franska landsliðnum. Sama tíðarskeið náddi liðið hálvfinaluna í Europa fyri meistaralið (í 1985) og hálvfinaluna í Europa Cup fyri steypavinnarar (í 1987).

Les eisini...  Pólskur journalistur: Fernando Santos verður koyrdur í dag ella í morgin

Fyrstu ferð av knóranum í 1991

Góðu úrslitini vóru kortini harðvunnin, tí í 1991 varð felagið tvungið at flyta niður orsakað av risastóru skuldini upp á einar 450 milliónir. Eftir gøluna vann felagið uppflyting til bestu deildina í 1992. Í 1996 vann liðið seg í UEFA Cup finaluna eftir, at liðið í fjórðingsfinaluni vendi einum 2-0 tapi í Milano til ein 3-0 á heimavølli. Í hálvfinaluni vann liðið 1-0 í báðum førum á Slavia Prag, men bæði Zinedina Zidane og Christophe Dugarry høvdu leikbann til fyrru finaluna ímóti Bayern, München, sum vann 5-1 samanlagt.

Sætta meistaraheitið í 2008-09

Higartil seinasta og sætta meistaraheitið vann felagið í 2008-09. Ein av høvuðsorsøkunum mundi vera, at felagið fekk fatur á Yoann Gourcuff, sum felagið fyrst lánti og síðani keypti frá AC Milan. Málmaður var áðurnevndi Ulrich Ramé. Steypafinaluna vann felagið á fjórða sinni í 2013.

Føroyskt samband

Í februar skrivaði KÍ undir við miðverjan Cédric Yambéré, sum hevur spælt fyri Girondins de Bordeaux árini 2014-17. Samanlagt er hann skrásettur fyri 108 dystir í fremstu fronsku kappingini og hevur skorað 7 mál. Hann hevur spælt 13 landsdystir fyri Miðafrikanskalýðveldið síðani 2017.

Fleiri danir hava spælt við

7 danir hava umboðað Bordeaux gjøgnum árini: Bent Jensen (1969-72), Niels-Christian Holmstrøm (1974-77), Jesper Olsen (1988-90), Jakob Friis-Hansen (1995-96), Lukas Lerager (2017-19), Martin Braithwaite (2018 leigaður frá Middlesbrough) og Andreas Cornelius (2018 leigaður frá Atalanta).

Vunnin steyp:

  • 6 meistaraheiti (1949-50, 1983-84, 1984-85, 1986-87, 1998-99 og 2008-09)
  • 4 steypasigrar (1940-41, 1985-86, 1986-87 og 2012-13)
  • 3 League Cup (2001-02, 2006-07 og 2008-09)

Franska Glasgow Rangers?

Nýggja kappingarárið í Championnat National byrjar 16. august og roknað verður við, at Bordeaux fer at spæla heimadystirnar á Matmut Atlantique, sum rúmar 42.115 áskoðarum og er tað 6. størsti leikvøllurin í Fraklandi. Spurningurin er so, um Girondins de Bordeaux kann gera sum skotska Glasgow Rangers og vinna seg upp aftur innan eitt áratíggju.