Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Fakfeløg um Heilsuskúlan: Neyðugt við næmingaheimi og løn undir útbúgving

Loysnin á trupulleikanum at útvega næmingar til Heilsuskúla Føroya liggur í at tengja útbúgvingina meira beinleiðis at arbeiði soleiðis at næmingarnir eisini fáa løn undir útbúgvingini; harafturat krevst eitt næmingaheim ið ger tað hampiliga bíligt fyri næmingarnar at búgva í Suðri undir útbúgvingini.

Tað siga forkvinnurnar í Føroya Heilsurøktarafelag og Føroya Heilsuhjálparafelag ávikavist, Bingerð H. Fosságil og Mary Antonsdóttir.

Samstundis finnist forkvinnan í Heilsurøktarafelagnum at kommunum ið vilja samstarva við danskar heilsuskúlar í sambandi við útbúgving á netinum – her átti heldur at verðið samstarvað við Heilsuskúla Føroya.

“Summi meina at staðsetingin í Suðri er ein avbjóðing,” segði Bingerð H. Fosságil við FM1. “Men so mikið er greitt at rekruteringin er og verður ein trupulleiki so leingi næmingarnir ikki kunnu fáa løn undir útbúgvingini. Hartil kemur at tað er dýrt at finna sær bústað, og ferðing millum bústað og skúla kann eisini vera við til at økja um kostnaðin.”

Breið semja tykist vera um at stórur tørvur er á útbúgvingum til heilsurøktara, heilsuhjálpara og námfrøðihjálpara, tó at lutfalsliga fá vísa áhuga í at fara undir slíka útbúgving.

“Tað er eingin ivi um at Heilsuskúlin er ein góður skúli,” segði Mary Antonsdóttir, forkvinna í Heilsuhjálparafelagnum. “Hesar útbúgvingar eru góðar og eftirspurningurin á arbeiðsmegi er stórur á økinum. Men áhugin fyri slíkum arbeiði er fyri tíðina ikki alt ov stórur. Hinvegin vísa royndir at um næmingarnir løn undir útbúgvingini, so er munandi lættari at rekrutera; eisini er neyðugt við næmingaheimi, soleiðis at tað ikki gerst óneyðuga møtimikið fyri fólk norðanífrá at flyta til Suðuroyar í sambandi við útbúgvingina.”

Les eisini...  Ferðsluátak í Suðuroy: 41 bøtur skrivaðar

Men kommunurnar eiga røktarøkið og varða av útbúgvingini til tað, so fíggingin er ein lyklaspurningur, serliga um talan verður um útbúgving við løn.

“Netundirvísing kann eisini síggjast sum ein møgulig plan B,” legði Bingerð H. Fosságil afturat. “Og sjálvandi eigur netundirvísing á økinum at verða gjørd í samstarvi við Heilsuskúla Føroya heldur enn danskar heilsuskúlar.”