Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Leysatíðindi – Nico Barella skiftir til Newcastle

Tey seinastu leysatíðindi snúgva seg um Nico Barella, Kylian Mbappé, Kai Haverts, David Raya og Declan Rice

Nico Barella úr Inter Milan til Newcastle – Sambært The Telegraph eru Newcastle og Inter Milan næstan samdir um prísin á Nico Barella, ið ljóðar uppá 50 mió pund.

Tann 26 ára gamli miðvallarin hevur spælt 187 dystir og skorað 20 mál fyri Inter Milan. Hann kom úr Cagliari í 2019 og bleiv síðani keyptur til Inter Milan fyri góðar 32,5 mió evrur í 2020.

Nico Barella hevur umboðað italska landsliðið 43 ferðir og skorað 8 mál.

Kelda: The Telegraph

Sannlíkindi: Yvir miðal

Kylian Mbappé úr PSG til Real Madrid – Tann franski áleyparin hevur eitt prísskelti áljóðandi 1,1 milliard krónir. Real Madrid bjóðaði 1,4 milliard í summarinum 2021, men tá takkaði PSG nei.

Mbappé vil ikki forleingja sáttmálan við PSG, sum tað er áður nevnt í vikuni. Tí kann leikarin fara fyri einki í 2024.

Leikarin hevur sjálvur skrivað á Twitter, at eitt skifti til Real Madrid er lygn. Men sambært keldum hjá ESPN, er dreymurin at koma til Los Blancos, um hann skuldi skift úr PSG.

Tí skal PSG taka støðu um at halda uppá ein leikara, sum hevur 1 ár eftir av sáttmálanum ella selja hann fyri eina stóra upphædd.

Kelda: ESPN

Sannlíkindi: Miðal

Kai Haverts úr Chelsea til Arsenal – The Gunners eru nú stórir favorittar at keypa tann 24 ára gamla áleyparan Kai Haverts.

Chelsea hava fingið nýggjan venjara og eru í holt við at rudda upp í hópinum. Chelsea krevur umleið 70 mió pund fyri at sleppa týskaran.

Real Madrid eru eisini í myndini, tá ið teir skulu finna avloysaran fyri Karim Benzema.

Les eisini...  Stórt vónbrot hjá Víkingi í Europa Conference League

Kelda: Skysports

Sannlíkindi: Miðal

David Raya úr Brentford til Tottenham – Venjarin Thomas Frank hevur áður sagt, at David Raya hevur eitt prísskelti á 40 mió pund. Men fyri tann prísin, eru Tottenham trekir í at gjalda.

Hugo Lloris vil royna nýggjar leiðir, tí skal Tottenham finna ein avloysara.

David Raya hevur bert 1 ár eftir av sáttmálanum við Brentford. Tann 27 ára gamli málverjin er eisini áhugaður í einum skifti til The Spurs.

Manchester United eru eisini áhugaðir og fylgja málinum.

Kelda: Skysports

Sannlíkindi: Miðal

Declan Rice úr West Ham til Arsenal – Tann 24 ára gamli Declan Rice vann Conference League fyri gott einari viku síðani við West Ham. Men tað er møguliga seinasti dysturin við The Hammers.

Arsenal og West Ham eru næstan samdir um prísin, sum er áljóðandi 100 mió pund. Men Arsenal hevur enn ikki givið eitt formelt boð uppá tann enska landsliðsleikaran.

Mikel Arteta vil styrkja miðvøllin, tá ið tað vantast at Granit Xhaka fer til Bayer Leverkusen.

Kelda: Skysports

Sannlíkindi: Yvir miðal