Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Nýríka franska høvuðsstaðarfelagið fyllir 53 ár

Síðani 2013 hevur felagið vunnið níggju meistaraheiti og hevur verið einaráðandi í fronskum fótbólti.

Ronaldinho, Zlatan Ibrahimović, David Beckham, Ángel Di María, Thiago Silva og Kylian Mbappé. Paris Saint-Germain er vorðið samheiti fyri heimsstjørnur og framgongd. PSG hevur verið mestsum einaráðandi í Ligue 1, síðani Qatar Sports Investments keypti felagið í 2011.

Hóast Montpellier HSC tók øll á bóli og vann meistaraheitið í 2011-12, so var tað bert ein spurningur um tíð, nær nýríka høvuðsstaðarfelagið fór at taka fronsku føraratroyggjuna í fótbólti. Takkað veri einum botnleysum pengapungi kundi felagið keypa ein stjørnuleikara fyri og annan eftir. Í 2015 kunngjørdi Sport Intelligence eina kanning, har PSG var tað ítróttafelagið í heiminum, sum rindaði hægstu lønir. Í miðal lógu leikararnir á 74 milliónum krónum um árið, meðan Real Madrid á 2. plássi “bert” rindaði 70,4 milliónir í miðal um árið. Sama kanning vísti eisini, at PSG hevði 20,12 ferðir størri lønarútreiðslur enn Guingamp, sum hevði lægstu lønarútreiðslur í Ligue 1, tá kanningin varð gjørd. Fíggjarligi fyrimunurin bar við sær, at PSG kundi seta seg á franska meistaraheitið undantikið árini 2016-17 (AS Monaco) og 2020-21 (LOSC Lille).

PSG hevur kortini ikki altíð verið einaráðandi og leingi stríddist felagið við at finna fótbóltssamleikan, hóast felagið síðani 1970 hevur hýst úrmælingum sum Safet Sušić, George Weah og Jay-Jay Okocha, men felagið var kent sum stórfelagið, ið royndist verri, enn evnini vóru til.

Summarið 1970 møttust nakrir framsøknir handilsmenn fyri at skapa eitt stórfelag í franska høvuðsstaðnum. Handilsmenninir, Guy Crescent og Pierre-Étienne Guyot, høvdu stovnað Paris FC í 1969 og løgdu felagið saman við felagnum hjá Henri Patrelle, sum kallaðist Saint-Germain-en-Laye og lá 15 kilometrar vestan fyri Paris. Saint-Germain-en-Laye varð stovnað í 1904 og hevði júst vunnið uppflyting til 2. deild fyri kappingarárið 1970-71. Saint-Germain-en-Laye var annars kent fyri at vera føðistaðurin hjá Ludvíki kongi 14.

Les eisini...  Útflutningurin av fiskavørum vaks við sjey prosentum

Handilsmenninir hugsaðu um, hvussu felagið skuldi hanga saman fíggjarliga, men møttust síðani við forsetanum hjá Real Madrid, sum mælti til hópfígging. Fronsku handilsmenninir tóku hugskotið til sín og 20.000 fjepparar tóku undir við nýggja felagnum. Fyri fyrstu ferð nakrantíð høvdu franskir fjepparar veitt fíggjarligan stuðul, tá eitt fótbóltsfelag varð stovnað.

Samanleggingin fór fram 17. juni 1970, men felagið roknar 12. august sum stovningardag, tá áhugafelagið Paris Saint-Germain varð sett á stovn og Pierre-Étienne Guyot varð valdur til fyrsta forseta í søgu felagsins.

Tá hevði onki felag úr høvuðsstaðnum vunnið franska meistaraheitið, síðani Racing Club Paris vann tað í 1936 og teir eru enntá úr útjaðaranum Colombes. Somuleiðis hevði onki felag úr høvuðsstaðnum endað í ovari helvtini, síðani Racing Club Paris endaði sum tveyari í 1961, men síðani flutti RC Paris niður og so vóru bara ævigu baksararnir frá Red Star FC, sum umboðaðu høvuðsstaðin í bestu deildini.

PSG fekk luttøkuloyvið hjá Saint-Germain-en-Laye og flutti upp í Ligue 1 fyrsta árið, men endaði á 16. plássi í 1972. Felagið fór aftur í tvíningar og Paris FC fór við luttøkuloyvinum í bestu deildini, meðan PSG endaði í 3. deild sum áhugafelag. Í 1974 var felagið longu aftur í bestu deildini og hevur átt sætið har síðani tá, meðan Paris FC flutti niður í 2. deild. Víðagitni Just Fontaine var tá ítróttarstjóri hjá PSG.

Fyrstu steypakappingina vann felagið í 1982 og aftur í 1983. Fyrsta meistaraheitið vann felagið í 1985-86 undir leiðslu av Gérard Houllier og aftur í 1993-94. Í byrjanini av 1990-árunum stóð annars illa til hjá PSG, men sjónvarpsrisin Canal+ bjargaði felagnum fíggjarliga, har brasilski Raí, franski David Ginola og liberiski George Weah gjørdu um seg á vøllinum. Felagið hevði bara 26 ár á baki og yngsta felagið nakrantíð, sum vann eitt europeiskt steyp, tá tað vann Europa Cup fyri steypavinnarar í 1995-96.