Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Næsta PanArcticVision verður í Grønlandi

Fyrsta PanArcticVision var í gjárkvøldið. Grønland vann, meðan Føroyar bleiv nummar tvey

PanArcticVision – tann fyrsta av sínum slag – var í gjárkvøldið, har Guðrið Hansdóttir luttók fyri Føroyar við sangi henna “Blátt myrkur”.

Sangurin vann ikki kappingina, men var valdur at vera best í kategoriini “besti felagskenslu”.

Grønland vann samanlagt, og skal hýsa næsta PanArcticVision, meðan Føroyar gjørdist nummar tvey.

Nógv var gjørt burturúr í øllum teimum arktisku londunum/økjunum, og her í Føroyum var tiltakið í Norðurlandahúsinum, har Jórunn Gudmundsen var vertur.

Tiltakið varð stroymt, og til ber at síggja tað her: https://www.panarcticvision.org/live