Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Dømdi KÍ í fjør

Dómarin, ið dømir landsdystin í kvøld, Arda Kardeşler, dømdi útidystin hjá KÍ í fjør móti FK Sutjeska í øðrum umfari av Conference League

Tað er í føroyskum – ella KÍ brillum – ein ikki heilt ókendur dómari, sum fer at døma landsdystin millum Føroyar og Kekkia í kvøld.

Tí tá KÍ í fjør spældi útidystin móti FC Sutjeska Niksic úr Montenegro í øðrum umfari í Europa Conference League-undankappingini, tá dømdi turkiski dómarin Arda Kardeşler dystin. Dysturin í Montenegro endaði við málleysum javnleiki 0-0, meðan KÍ vann 1-0 eina viku seinni við Djúpumýrar, og kom víðari til triðja umfar av Conference League-undankappingini, har mótstøðuliðið var FC Ballkani úr Kosovo. KÍ var nær við at koma í bólkaspælið, men tapti upp á brotssparkskapping á Tórsvølli ta ferðina.

Men tá KÍ og FC Sutjeska spældu málleysa javnleikin í Montenegro tann 20. juli í fjør, gav 35-ára gamli Arda Kardeşler trý kort í tí dystinum. Tað er eitt kort minni enn hann ger vanligt, tí hagtølini siga, at hann gevur í miðal 4,13 gul kort í hvørjum dysti, ið hann dømir. Leggjast kann afturat, at hann gevur 0,17 reyð kort pr. dyst, og so vóna vit, at tað miðaltalið ikki hækkar í kvøld – sæð við føroyskum eygum.

Arda Kardeşler hevur dømt í bestu turkisku fótbóltsdeildini síðan 2013, men byrjaði at døma dystir í lægru deildunum í Turkalandi í 2009. Í 2016 byrjaði hann at døma altjóða dystir.

Kemur frá fótbóltsfamilju
Arda Kardeşler kemur úr einari sannari fótbóltsfamilju.

Hann hevur ein pápa, sum spældi fyri Bursaspor í 1980´unum, og er venjari í dag. Bróður hansara, Erce Kardeşler sum er málverji, hevur spælt við millum annað Altinordu í næstbestu deildini Turkalandi, og so hevur bróðurin eisini spælt nakrar dystir fyri Trabzonspor.

Les eisini...  Føroyar fullu við æru

Bróðurin, Erce, skifti til Hatayspor í fjør, ið spælir í bestu turkisku fótbóltsdeildini, og stóð millum annað í málinum tann 5. februar í ár, tá Christian Atsu skoraði til 1-0 í síðstu sekundunum av tí dystinum og bleiv harvið matchvinnari. Nakrar tímar seinni andaðist Christian Atsu undir húsaleivdunum eftir herviliga jarðskjálvtan, sum rakti eystara part av Turkalandi og partar av Sýria. 

Ein tann myrkasti dagurin í føroyskari fótbóltssøgu
Í kvøld skal royndi turkiski dómarin so døma EM-undankappingardystin millum Føroyar og Kekkia á Tórsvølli í kvøld, ið byrjar klokkan 19.45, og tað er kanska gott, tí vit hava eina gamla millumrokning við kekkar, sum vit mangla at avrokna.

Sipað verður sjálvandi til dystin tann 6. september í 1998, tá kekka snýttu okkum í mjørkanum á Svangaskarði, tá teir brutu óskrivaðu Fair Play-regluna og ikki spældu bóltin aftur til føroyingar, eftir at John Petersen hevði ligið skaddur á vøllinum og bólturin varð sparkaður av vøllinum. Men heldur enn at spæla bóltin aftur til føroyingar, dró táverandi Liverpool-spælarin, Patrik Berger, frameftir síðuni og legði bóltin fyri føturnar á einum komandi Liverpool-spælara, Vladimir Smicer, ið skoraði einsamalli málið í dystinum í 87. minutti.

Mikið rok stóðst av hesi hending aftaná dystin. Føroyski venjarin, Allan Simonsen, gav ilt av sær í tíðindafundinum, og uttanfyri kekkiska skiftingarrúmið royndi Jens Martin Knudsen at fáa fatur á Patriki Berger, fyri at siga honum nøkur borgarlig orð, men hann bleiv steðgaður av vaktum og mátti haldast aftur, eins og nógvir aðrir føroyskir landsliðsspælarar hendan dagin. Vaktir og løgreglufólk máttu standa vakt uttanfyri bæði skiftingarrúmini, og kekkiska landsliðið mátti eisini mansverjast út í bussin.

Les eisini...  Oyggjaleikir 2023 - Miriam í Grótinum, Bjarnhild í Buð Justinussen, Sanna og Mia Torkildshøj og Fai Yin Wong

Á tíðindafundinum í gjár varð føroyski landsliðsvenjarin, Håkan Ericson, spurdur um UnFair Play-dystin fyri nærum 25 árum síðan, men hóast hann veit um tiltikna dystin, so er tað ikki ein motivatiónsfaktorur fyri dystin í kvøld, segði hann.