Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

90 prosent av læknunum fyri fríari fosturtøku

Næstan 90 prosent av læknanunum í Læknafelagnum halda, at spurningurin um fosturtøku skal vera upp til konufólk at gera av í hvørjum einstøkum føri

Ein stórur meiriluti av læknunum í Læknafelagnum halda, at avgerðir um fosturtøku eiga at liggja hjá konufólki og ongum øðrum.

Tað vísir ein nýggj spurnarkanning, sum Læknafelagið hevur gjørt millum limirnar í felagnum.

Ikki færri enn 89,1 prosent av teimum, sum svaraðu spurnarblaðnum frá Læknafelagnum, mettu, at galdandi lóg eigur at verða broytt, soleiðis at tað er upp til konufólk sjálvi at gera av, um graviditeturin skal steðgast innan eitt ávíst tíðarmark.

2,5 prosent av teimum spurdu hildu, at lógin eigur ikki at verða broytt, meðan 4,2 prosent av teimum spurdu hildu, at lógin eigur ikki at vera broytt, men at ásetingarnar um revsing eiga at verða tiknar burtur úr lógini.

Bert 1,7 prosent hildu, at lógin eigur at vera strangari.

Læknafelagið vísir á, at verandi lóggáva leggur eina serliga ábyrgd á læknar, sum kunnu verða revsaðir við fongsli, um teir ikki umsita lógina rætt.

Læknafelagið metir eisini, at rætt er at endurskoða verandi lóggávu.

119 av 242 hava svarað

Læknafelagið sigur, at felagið gjørdi av at seta limunum spurningin, eftir at kjakið um fosturtøku tók seg upp aftur í vár.

Nendin í Læknafelagnum sendi tí 11. Mei limunum spurnarblað um galdandi fosturtøkulóg í Føroyum, 22, mei varð áminning send út til limirnar, og kanningin varð lokað 1. Juni.

Læknafelagið sendi til 242 limir, men 11 limir fingu ikki spurnarblaðið, tí Læknafelagið hevði ikki teldupostarnir hjá hesum limunum.

Læknafelagið fekk tilsamans 119 svar, og tey vórðu býtt soleiðis út millum svarmøguleikarnar:

(3 ella  2.5%) Eingin broyting. Galdandi lóg um fosturtøku eigur ikki at verða broytt.

Les eisini...  Landsstýrismaðurin harmast at uppskotið um nýggja fosturtøkulóg fall

(106 ella 89.1%) Kvinnan skal taka avgerðina. Galdandi lóg eigur at verða broytt, so tað er upp til kvinnuna at avgera um hon vil enda graviditetin innan ávíst tíðarmark.

(5 ella 4.2%) Revsing eigur at vera tikin úr lógini. Galdandi lóg eigur at taka burtur ásetingarnar í lógini um revsing, men annars eigur lógin ikki at vera broytt.

(2 ella 1.7%) Fosturtøka loyvd í færri førum enn í dag. Galdandi lóg um fosturtøku eigur at verða broytt, so færri umstøður geva atgongd til fosturtøku enn í galdandi lóg. Tær umstøður sum geva atgongd til fosturtøku, kunnu t.d. vera kynslig brotsgerð móti kvinnuni ella at fostrið hevur eitt brek, sum ger at tað sannlíkt ikki kann liva eftir føðing.

(3 ella 2.5%) Fosturtøka bert loyvd um lívið á mammuni er bráðfeingis hótt. Galdandi lóg um fosturtøku eigur at verða broytt, soleiðis at tað bert er lógligt at fremja fosturtøku um lívið hjá kvinnuni er bráðfeingis hótt.

(0 ella 0.0%) Ynski ikki at siga mítt sjónarmið. Eg ynski ikki at siga frá mínum sjónarmiði.