Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

N’Golo Kanté skiftir til Al-Ittihad

Tann 32 ára gamli miðvallarin fer somu leið sum Karim Benzema og skrivar undir ein 4 ára sáttmala við Al-Ittihad.

N’Golo Kanté verður nú eisini at síggja í Pro League í Saudi Arabia, sambært Fabrizio Romano.

Tann franski miðvallarin verður sostatt liðfelagi hjá Karim Benzema.

Kanté kom úr Leicester til Chelsea í 2016 fyri umleið 35,8 mió evrur.

Síðani hann kom til England, hevur Kanté vunnið alskyns steyp. Millum annað Premier League tvær ferðir og Champions League í 2021. Harafturat kunnu eisini teljast Club World Cup, UEFA Super Cup, Europa League og F.A Cup.

Við franska landsliðnum var Kanté eisini við til at vinna HM í 2018.

N’Golo Kanté er sáttmálaleysur tann 30. juni, tí kann hann skifta frítt úr Chelsea til Al-Ittihad.