Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

HB kann møta Gunnari Vatnhamar

Her eru bólkarnir hjá KÍ, Víkingi, HB og B36 undan dagsins lutakast til Champions League og Conference League

HB kann møta Gunnari Vatnhamar og hinum í Víkingi Reykjavík.

Tað er greitt, nú UEFA hevur landafrøðiliga býtt upp í bólkar undan lutakastinum til Champions League og Conference League seinni í dag.

Tað veit bolt.fo at siga.

KÍ hevur á pappírinum ein kjans at koma víðari, um liðið fær The New Saints úr Wales, og hevur eisini áður spælt ímóti Zalgaris úr Litava í 2018, tá KÍ tapti tepurt 2-1 heima í síðstu løtu av dystinum, men fekk 1-1 javnleik á útivølli, sum ikki var nokk til at koma víðari.

Víkingur er einasta liðið í Conference League, ið ikki er styrkismett, so metir bolt.fo, at Víkingur kanska hevur tann lutfalsliga besta møguleikan at fáa eitt gott lutakast.

Fyri bæði B36 og HB er støðan tann, at bæði liðini kunnu – á pappírinum – fáa lættari mótstøðu, men vil illa til, so kann mótstøðuliðið hjá báðum havnaliðunum vera væl sterkari, enn føroysku liðini eru styrkismett til.

Soleiðis síggja bólkarnir út undan lutakastinum tíðliga seinnapartin:

kann møta hesum:

Ludogorets (Bulgaria)
Ferencvaros (Ungarn)
Zalgiris (Litava)
Shamrock Rovers (Írland)
The New Saints (Wales)

Víkingur kann møta hesum fimm:

Linfield FC (Norðurírland)
Dundalk FC (Írland)
Connah’s Quay Nomads FC (Wales)
FC Progrès Niederkorn (Luksemburg)
Inter Club d’Escaldes (Andorra)

HB kann møta hesum fimm:

MŠK Žilina (Slovakia)
FC Haka Valkeakoski (Finnland)
Derry City FC (Írland)
Víkingur Reykjavík (Ísland)
Haverfordwest County AFC (Wales)

B36 kann møta hesum seks:

Paide Linnameeskond (Estland)
Saint Patrick’s Athletic FC (Írland)
KF Dukagjini (Kosovo)
Glentoran FC (Norðurírland)
FC Hegelmann Litauen (Litava)
Penybont FC (Wales)

Les eisini...  Myndir: HB-TB (4-0)

Lutakastið til Champions League-undankappingina verður klokkan 13, meðan lutakastið til Conference League verður klokkan 14.