Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Fer at kosta í minsta lagi 411 milliardir dollarar at endurbyggja Ukraina

Tað fer at kosta í minsta lagi 411 milliardir dollarar at endurbyggja Ukraina, og landinum tørvar 14 milliardir dollarar bara fyri at klára seg gjøgnum árið í ár. Tað sigur Heimsbankin, sum í hesum døgum er partur av ráðstevnu í London um at endurbyggja Ukraina

Tað fer at taka nógv ár endurbyggja Ukraina og ukrainska búskapin.

Tað sigur Anna Bjerde, operatiónsleiðari fyri Heimsbankan við BBC, í sambandi við at ráðstevna um at endurbyggja Ukraina er í London um dagarnar.

Búskapurin í Ukraina tódnaði í fjør 29 prosent, og í mars mánaði varð mett, at tað fór at kosta 411 milliardir dollarar at endurbyggja landið. Ágangurin í Ukraina hevur kortini staðið við, og av tí sama verður roknað við, at rokningin í dag er uppaftur hægri.

Rishi Sunak, forsætisráðharri í Stórabretlandi, er ein av luttakarunum á ráðstevnuni, og hann skal eftir ætlan kunngera lánstrygd upp á tríggjar milliardir dollarar frá Heimsbankanum. Mett verður, at Ukraina tørvar 14 milliardir dollarar fyri at klára seg í ár.

Framleiðslan av matvørum í Ukraina er nógv afturfarin síðan innrásina í fjør, og tað er eisini trupult hjá Ukraina at sleppa av við framleiðsluna hjá sær, tí ein partur av undirstøðukervinum er bumbaður í knús.

Ein meting frá amerikanska vinnuhúsinum í Ukraina sigur, at materiellur skaði er gjørdur á ognir hjá 49 prosentum av vinnufeløgum í Ukraina. Harumframt hava 32 prosent av vinnufeløgum verið úti fyri, at starvsfólk hava latið lív í krígnum, og 27 prosent hava verið úti fyri, at starvsfólk hava fingið løstir í krígnum.

Volodymyr Zelensky, forseti í Ukraina, tykist bjarskygdur um ráðstevnuna, og í viðmerking til BBC sigur hann, at endurbyggingin av Ukraina kann virka til at styrkja Ukraina, soleiðis at búskapurin verður samansettur av øðrum enn landbúnaði og framleiðslu, og at talan kann gerast um eina talgilding av landinum.