Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Jóansøkubál í Sandagerði í kvøld

Í kvøld klokkan 21 verður árliga tiltakið Jóansøkubálið í Sandagerði, sum Tórshavnar kommuna skipar fyri

Í kvøld, mikukvøldið 21. juni klokkan 21 verður árliga Jóansøkubálið í Sandagerði, sum Tórshavnar kommuna skipar fyri.

Byrjað verður við, at Ólavur á Váli spælir nøkur løg, meðan fólk savnast. Síðan verður felagssangur, røða, bál og føroyskur dansur.

Skótarnir bjóða bollar og kaka.

Randi Kúrberg heldur røðuna.