Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Hópbardagi í miðbýnum í Havn: Sjónband loysti ikki málið til fulnar

Løgreglan almannakunngjørdi upptøkur av einum hópbardaga í Havn og spurdi eftir vitnum til hendingina. Men hóast upptøkurnar vórðu almannakunngjørdar, fann løgreglan ikki fram til allar gerningsmenninar

Mánadagin varð eitt mál tikið upp til dóms, har tveir menn eru ákærdir fyri at hava framt grovan harðskap móti tveimum monnum í miðbýnum í Havn 27. Februar í fjør.

Støða verður tikin bæði til skuldarspurningin og revsispurningin 26. juni.

Tað serliga við hesum málinum er, at eftir harðskapstilburðin almannakunngjørdi løgreglan sjónbandaupptøkur á Facebook frá tilburðinum, tí løgreglan sóknaðist eftir at vita, hvørjir menninir vóru, sum tóku lut í harðskapinum.

Sjónbandið vísti tað, sum sá út sum ein hópbardagi við springvatnið í miðbýnum, men løgreglan tók sjónbandið burtur aftur heilt skjótt.

Á sjónbandinum vóru rættiliga nógvir ungir menn innblandaðir í bardaganum, men bert tveir teirra sótu mánadagin á ákærubonkinum. Teir báðir eru millum annað ákærdir fyri at hava kastað eitt glas í andlitið á øðrum av teimum órættaðu, men harumframt eru teir eisini ákærdir fyri at hava sparkað og sligið teir órættaðu í kropp og høvd, meðan hesir hava ligið niðri.

Hendan seinna ákæran – at hava sligið og sparkað – er sambært Inga Midjord, ákæra, framd “við øðrum ókendum gerningsmonnum”, og av somu orsøk kann staðfestast, at løgreglan fann ikki fram til allar partar í harðskapsmálinum við at almannakunngera sjónbandið frá orrustuni.

Tað var í kjalarvørrinum á hesari harðskapshendingini, at Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, aftur eftirlýsti at fáa vakmyndatól sett upp í miðbýnum í Havn.

Við Kringvarpið segði Heðin Mortensen tá, at hann hevði verið í samskifti við løgregluna, sum eisini ynskti at fáa vakmyndatól sett upp í miðbýnum.

-Tíðin er komin til at vit mugu verja okkara borgarar og fólk, sum ganga í býnum, frá at koma illa fyri, segði Heðin Mortensen.