Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Hvalaveiðan í Íslandi fyribils útsett

Ísland hevur fyribils útsett alla hvalaveiðu dagin fyri, at sesongin skuldi fara í gongd í dag. Steðgurin er galdandi fram til tann 31. august. Paul Watson er á veg til Íslands, men nú er óvist, hvussu verður við herferðini móti íslendsku herferðini

Í dag skuldi hvalaveiðan byrja í Íslandi, men í gjár komu boð frá matvøruráðharranum í Íslandi, Svandís Svavarsdóttir, at øll hvalaveiða fyribils er útsett til tann 31. august.

Tað skrivar íslendska kringvarpið, ruv.is.

Grundgevingin fyri at fyribils útseta hvalaveiðina er, sambært ruv.is, óforsvarliga veiðu av hvali, tí hetta er í stríð við íslendsku lógina um djóravælferð.

Nýggj prógv
Sambært íslendska kringvarpinum er ein “ansvekjandi” frágreiðing um hvalaveiðu í Íslandi, ið varð almannakunngjørd í mai, orsøkin til avgerðina hjá íslendsku stjórnini at fyribils útseta hvalaveiðuni.

Í frágreiðingini stendur, at í fjør vórðu 148 avlívaðir í Íslandi, har triði hvør hvalur mátti skjótast fleiri ferðir, áðrenn teir doyðu.

– Vit hava nýggj hagtøl og harvið eisini nýggj kriteriir til at taka avgerðir. Eftirlitsfrágreiðingin er send til matvøruráðið í mai í ár. Hetta førdi við sær, at eitt fakligt ráð fekk til uppgávu at gjøgnumganga hesa nýggju vitanina. Metingin hjá ráðnum fingu vit í gjár, har niðurstøðan er, at støðan tí eigur at verða mett av nýggjum, sigur matvøruráðharrin í Íslandi, Svandís Svavarsdóttir til ruv.is.

“Nýggja” skipið hjá Paul Watson, John Paul de Joria (Mynd: Pressumynd)

Paul Watson á veg til Íslands
Í fjør heyst frættist, at Paul Watson var blakaður úr altjóða Sea Shepherd-felagsskapinum, Sea Shepherd Global – tó at hann stutt eftir gjørdist heiðurslimur í Sea Shepherd í Fraklandi.

Hann var sjálvur við til at stovna djóravælferðarfelagsskapin, men tá hann og felagsskapurin ikki drógu somu linju, bleiv hann tveittur úr altjóða deildini hjá Sea Shepherd. Umframt at verða koyrdur úr Sea Shepherd Global, so sleppur hann ikki longur at brúka búmerkið ella flaggið hjá felagsskapinum.

Les eisini...  07 Vestur-Víkingur beinleiðis á FM1 - leygardagin frá klokkan 16.50

Men nú hevur Paul Watson stovnað ein nýggjan djóravælferðarfelagsskap, ið nevnist Captain Paul Watson Foundation.

Fyrsta uppgávan hjá nýggja felagsskapinum var júst at fara til Íslands at mótmæla íslendsku hvalaveiðuni eftir nebbafiski. Hann fekk eitt skip til høldar fyrr í ár, ið nevnist fyri John Paul de Joria.

Seinastu vikurnar hevur skipið verið á sjarmuferð í New York, har sponsorar og lýsarar kundu koma og heilsa upp á limirnar í nýggja djóravælferðarfelagsskapinum undan fráferðina til Íslands.

Eftir øllum at døma er Paul Watson og skipið á veg til Íslands, men nú er óvist, hvussu verður við hesari herferðini móti íslendsku hvalaveiðuni í Norðuratlantshavi.