Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

5,5 milliónir krónur játtaðar til Koltursætlanina

Mælt varð til, at játtaðar verða 1 mió.kr. til Koltursætlanini í ár, sum verður fíggjað av verandi játtan til ferðavinnu, umframt 1,5 miljón um árið komandi trý árini, tilsamans 5,5 miljónir krónur. Hetta varð einmælt samtykt á býráðsfundi í gjárkvøldið

Ferðavinnupolitikkurin hjá Tórshavnar kommunu mælir til, at kommunan stuðlar upp undir Koltursætlanina við eitt nú at dagføra vatn-, kloakk- og lendingarviðurskifti í oynni.

Tórshavnar kommuna fekk fyrispurning frá Tjóðsavninum, um kommunan vildi verða við Koltursætlanini – “Koltur fyri øll”, sum Tjóðsavnið hevur arbeitt við í nøkur ár, og í hvønn mun kommunan ynskir at verða við.

Tjóðsavnið hevur ábyrgd av Koltri, sum er partur av Tórshavnar kommunu, og hevur í nógv ár arbeitt við Koltursætlanini, og at finna fígging til ætlanina. Í stuttum er ætlanin at skipa oynna sum eina granskingarstøð viðvíkjandi mentanar- og náttúruarvi, at menna eina burðardygga ferðavinnu og at skapa karmar fyri burðardyggum vinnulívi.

Í sunnara partinum av oynni verða bygdarlag, bø og hagi og ætlanin er at endurreisa bygningar, byggja vitjunardepil, bátasmiðju, og skapa karmar fyri framsýningar, undirvísingartilboð og mentananarsøguligar upplivingar sum heild.

Á nátturfrøðiliga partinum er ætlanin at seta á stovn eina náttúrupark og náttúrugrannskingarstøð. Málbólkuirn er breiður og fevnir um næmingar, lesandi, føroysk og útlendsk ferðafólk, vinnan og onnur, sum hava tørv at njóta friðin.

Arbeiðið við verkætlanini er nú komið so mikið ávegis, at fíggingin og fíggingarleisturin skal fáast uppá pláss. Byggi- og projekteringsarbeiðið er mett at kosta umleið 67 milliónir krónur, og tað tekur trý ár at fremja.

Landið hevur játtað níggju milliónir krónur á fíggjarlógini til verkætlanina. Umsóknir eru sendar øðrum myndugleikum, stovnum og útlendskum grunnum, ið eru jaliga sinnaðir fyri verkætlanini.

Tjóðsavnið ynskti, at kommunan stuðlar verkætlanini við eitt nú útreiðslum til vatn, kloakk og betra atkomuna frá bryggju niðan í bygdina – serliga fyri illa gongd.

Les eisini...  Felags foreldraráðið farið til verka

Mælt varð til, at játtaðar verða eina millión krónur til Koltursætlanini í ár, sum verður fíggjað av verandi játtan til ferðavinnu, umframt 1,5 milliónir krónur um árið komandi trý árini, so játtanin tilsamans verður 5,5 milliónir krónur.

Hetta varð einmælt samtykt á býráðsfundi í gjárkvøldið.