Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Jóansøkubálið verður eftir ætlan tendrað í kvøld

Grimdarregnið í gjár hevði við sær, at tiltakið Jóansøkubálið - ella Summarsólstøða - í Sandagerði, varð útsett til í kvøld

Eftir ætlan skuldi Jóansøkutiltakið – ella Summarsólstøðutiltakið, sum tað verður kallað nú, hjá Tórshavnar kommunu vera í gjárkvøldið, men av tí, at tað regnaði av grimd, so bleiv tiltakið útsett til í kvøld.

Tiltakið í Sandagerð, sum Tórshavnar kommuna skipar fyri, byrjar klokkan 21.

Byrjað verður við, at Sámal Ravnsfjall og Jóan Jakku Guttesen spæla nøkur løg, meðan fólk savnast.

Síðan verður felagssangur, røða, bál og føroyskur dansur. Skótarnir selja bollar og kaka.

Randi Kúrberg heldur røðuna.

Sangheftið sært tú her:

Sanghefti summarsólstøða 2023