Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Høgt kall gevur høgt fall

29. juni 1950 varð fótbóltsheimurin skakaður á grundvøllinum. Tað átti ikki at borið til!

Tann 29. juni 1950 fór ein melduródn gjøgnum fótbóltsheimin, tá USA vann 1-0 á Onglandi í HM-bólkaspælinum, har fleiri enn 10.000 áskoðarar sóu dystin á Estádio Raimundo Sampaio í Belo Horizonte, Brazil.

Ongland hevði sett dám á altjóðan fótbólt eftir seinna heimsbardaga, har liðið hevði vunnið 23 dystir, spælt tríggjar javnleikir og bert tapt fýra dystir. Teir høvdu eisini Stanley Matthews, sum flestu mettu vera heimsins besti um tað mundið. HM-kappingin 1950 var fyrsta hjá Onglandi, tí teir høvdu ikki viljað luttikið áður og rættiliga nógv varð væntað av teimum. Veddingarstjórar ásettu Ongland sum 3:1 millum fremstu liðini at vinna HM.

Hinvegin hevði USA bara vunnið á Haiti, Ísrael og Cuba síðani HM 1934, harímillum eitt 1-3 tap fyri Spania fýra dagar frammanundan. Átta av leikarunum, sum byrjaðu dystin fyri USA, vóru amerikanskir ríkisborgarar, meðan hinir tríggir – áleyparin Joe Gaetjens, verjuleikarin Joe Maca og liðskiparin hjá USA, miðvallarleikarin Ed McIlvenny – vóru ávikavist ríkisborgarar frá Haiti, Belgia og Skotlandi, men høvdu rætt til amerikanskan ríkisborgaraskap eftir galdandi reglum tá, um teir ætlaðu at søkja um ríkisborgaraskap (hóast bara Maca av teimum trimum at enda gjørdist amerikanskur ríkisborgari).

Matthews spældi ikki fyrsta dystin hjá Onglandi, tá Ongland vann 2-0 á Chile og slapp at sita á bonkinum ímóti USA, tá enska úttøkunevndin gjørdi móti boðunum frá landsliðsstjóranum, Walter Winterbottom, tí hon ikki vildi broyta eitt vinnandi lið. Avgerðin varð gjølla granskað eftir dystin, hóast Ongland uttan Matthews stýrdi dystinum á tamb og hevði 20 skot á mál mótvegis tí eina málmøguleikanum hjá USA.

Les eisini...  Lektari: Trump kann enn gerast forseti hóast nýggjar ákærur

Tann eini málmøguleikin hevði kortini alt at siga. Í 38. minutti sendi amerikanski verjuleikarin, Walter Bahr, eina langa, høga sending inn í enska brotsteigin. Tá enski málmaðurin, Bert Williams, rann úr málinum fyri at taka bóltin, bukkaði Gaetjens seg niður og nakkaði bóltin í málið. Ongland legði eitt vitleyst trýst á fyri at javna út, men allatíðina vóru málstengurnar ella framúrskarandi málmansspælið hjá Frank Borghi í vegin. Enski landsliðsstjórin mælti allatíðina ensku leikarunum til at taka tað róligt, men onki batti.

Gaetjens hevur júst skorað

Ongland hevði tapt fyri parttíðaryrkisleikarum úr USA. Málið kom frá Joe Gaetjens, sum las til grannskoðari og í tí sambandinum arbeiddi sum uppvaskari. Enski leikarin Wilf Mannion helt eftir flovisliga tapið: “Heilt forbannað láturligt. Kunnu vit ikki spæla ímóti teimum aftur í morgin?” Tapið var eitt, men nú noyddust onglendingar at ásanna, at Ongland – sum spældi fyrstu HM-kappingina – ikki var nær námind av at vera besta fótbóltstjóðin í heiminum.

Liðskiparin, Ed McIlvenny, endaði hjá Manchester United undir Sir Matt Busby, meðan Joe Gaetjens varð avrættaður í Haiti í 1957, tí brøðurnir, Jean-Pierre og Fred, førdi uppreistrarstríð úr Dominikanska lýðveldinum mótvegis nýggja forsetanum í Haiti, François “Papa Doc” Duvalier.

Hóast USA varð varpað út úr HM-endaspælinum eftir 2-5 tapið fyri Chile og ikki vann seg til nakað HM-endaspæl fyrr enn 1990, so verður 1-0 sigurin roknaður sum ein týdningarmikil varði hjá amerikanska landsliðnum.