Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Pætur: Eg fór at vitja Patrik

Pætur Petersen og tveir aðrir viðspælarar í KA Akureyri vórðu settir av liðnum í síðstu viku, eftir at teir ikki ferðast heimaftur við liðnum til Akureyrar, men steðgaðu á í Reykjavík. – Eg fór at vitja Patrik, og helt ikki, at hetta var nakar trupulleiki, sigur hann við FM1

Tað hevur verið nakað av skriving í íslendskum miðlum, eftir at Pætur Petersen og tveir viðspælarar hjá honum í KA Akureyri vórðu settir av liðnum í síðstu viku, eftir at teir tríggir steðgaðu á í Reykjavík eftir dystin móti KR Reykjavík leygardagin tann 24. juni.

Pætur Petersen sigur í viðmerking við FM1, at teir vóru átta spælarar, ið valdu at steðga á í Reykjavík eftir dystin móti KR tann 24.

– Eg fór at vitja Patrik (Johannesen, journ.), nú hann er langtíðarskaddur og vit báðir búgva í Íslandi, sigur Pætur Petersen.

Patrik Johannesen, ið spælir fyri Breiðablik, hevur slitið krossbandið, og verður ikki tøkur at spæla fyri Breiðablik restina av hesum kappingarárinum.

Til útidystir hjá Pæturi og liðið hansara, KA, verður flogið úr Akureyri áðrenn dyst, og ferðast verður síðan við leigubilum ella bussi heimaftur til Akureyrar eftir dyst.

– Eg helt ikki tað vera ein trupulleika, at eg varð verandi, nú vit høvdu fingið frí dagin eftir, og visti ikki tað var nakað, sum ein skuldi boða frá, sigur hann.

Venjarin hjá KA Akureyri, Hallgrímur Jónasson, váttar fyri íslendska miðilin Vísir, at tríggir spælarar sótu yvir móti ÍBV mikudagin í síðstu viku vegna lýdnisbrot, men hann sigur samstundis, at Pætur Petersen, Harley Willard og Þorri Mar Þórisson allir eru tøkir til dystin í kvøld, tá Pætur og KA taka ímóti Klæminti A. Olsen og Breiðabliki í hálvfinaluni í Mjólkarbikar-steypakappingini.

Pætur Petersen skrivaði í januar í ár undir ein trý-ára sáttmála við KA Akureyri.

Les eisini: Pætur og tveir aðrir settir av liðnum