Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Eitt sjáldsamt hattrikk

Tann 5. juli 1953 spældi László Kubala fyrsta landsdystin fyri Spania, hóast hann frammanundan longu hevði spælt fyri bæði Tjekkoslovakia og Ungarn. Kubala umboðaði sostatt 3 ymisk landslið.

László (Ladislav) Kubala Stecz varð føddur 10. juni 1927 í Budapest, Ungarn, og byrjaði fótbóltslívsleiðina har við Ganz TE (1944) og Ferencvárosi TC (1945-46), har hann fyrstu ferð spældi saman við Sándor Kocsis, men flýddi beint eftir 2. heimsbardaga til Tjekkoslovakia fyri at sleppa undan hertænastu. Í 1946 kom hann til Slovan Bratislava og giftist árið eftir við Anna Viola Daučík, sum var systir hjá tjekkoslovakiska landsliðsvenjaranum, Ferdinand Daučík. Meðan hann umboðaði Slovan Bratislava, so spældi hann 6 landsdystir fyri Tjekkoslovakia og skoraði 4 mál árini 1946 og 1947.

Men í 1948 vendi álopssinnaði miðvallarleikarin aftur til Ungarns fyri at sleppa undan hertænastu, har hann spældi fyri Vasas og spældi tríggjar landsdystir fyri Ungarn sama ár, men skoraði onki mál.

Hann flýddi úr Ungarn eftir, at landið gjørdist kommunistiskt í 1949. Hann varð bjóðaður at spæla við heimsins besta liði um hetta mundið, Torino, í einum heiðursdysti ímóti SL Benfica tann 3. mai 1949. Hann noyddist kortini at geva avboð, tí sonurin var sjúkur og á vegnum heimaftur rendi flogfarið á Superga-heyggin uttan fyri Torino. Klokkan vísti 17.05 og 31 lótu lív. Av teimum vóru 18 leikarar, 5 frá venjarahópinum, 3 blaðfólk, 4 frá flogmanningini og fyriskiparin av túrinum.

Umvegis Italia kom hann at enda til Spania saman við fleiri øðrum eystureuropeiskum flóttafólkum eitt nú svágrinum, Ferdinand Daučík, sum gjørdist venjari hjá Barcelona 1950-54. Kubala skrivaði eisini undir við Barcelona og spældi har í tíggju ár; árini 1951-61.

Les eisini...  Trý ættarlið hava spælt í Champions League finaluni

Tá ið hann hevði fingið spanskan statsborgaraskap, spældi Kubala fyrsta dystin fyri Spania í 0-1 tapinum fyri Argentina. Samanlagt spældi hann 19 landsdystir fram til 1961, har hann skoraði 11 mál og seinni stjórnaði hann spanska landsliðnum frá 1969 til 1980. Um aldarskiftið varð hann valdur til besta spælara nakrantíð hjá FC Barcelona. László Kubala andaðist 17. mai 2002.