Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Just Stop Oil tóku seg inn á Wimbledon vøll

Hóast eftirlitið á Wimbledon er hert, megnaði mótmælisfólk frá Just Stop Oil at taka seg inn á vøll 18 at órógva spælið

Tað man elva til stórt høvuðbryggj hjá fyrireikarunum handan Wimbledon og kappingarstjóranum, Jamie Baker, nú veðrið áhaldandi setur steðgir í spælið, og leggur størri trýst á at fáa kappingarskipanina at ganga upp.

Men fyri at gera ilt verri, hava umhvørvismótmælisfólk nú eisini fingið steðgað einum dysti.

Tað stuttu løtuna, spælt hevur verið í dag, megnaðu mótmælisfólk, sum eftir øllum at døma eru frá felagsskapinum Just Stop Oil, at taka seg inn á Court 18, har Grigor Dimitrov og Sho Shimabukuro spældu.

Mótmælisfólkini bæði kastaðu konfetti og tað, sum sær út til at vera eit putlispæl, á vøllin, áðrenn annar teirra setti seg á vøllin.

Trygdarfólk hjá Wimbledon vóru skjót á vøllin at taka tey burtur, og síðani varð vøllurin ruddaður.

Wimbledon hevur annars hert eftirlitið við gestunum í ár, tí at ótti hevur verið fyri, at Just Stop Oil fór at gera seg inn á spælið.

Allir gestir verða gjølla kannaðir, áðrenn teir sleppa inn á Wimbledon økið, og eingin sleppur at hava pulvur við av nøkrum slagi, tí vanliga nýta Just Stop Oil appelsingult pulvur at kasta við.

Hesaferð høvdu tey so latið pulvurið verið eftir heima, men ístaðin fingu tey appelsingult konfetti inn við.