Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Laurie Cunningham lat lív

Um morgunin tann 15. juli 1989 doyði tann 33-ára gamli fyrrverandi Real Madrid vongurin, Laurie Cunningham, í einari bilvanlukku í Madrid.

Um morgunin tann 15. juli 1989 doyði tann 33-ára gamli fyrrverandi Real Madrid vongurin, Laurie Cunningham, í einari bilvanlukku í Madrid. Hann var fyrsti onglendingurin, sostatt eisini fyrsti bretin, sum spældi við Real Madrid. Í heila tiki var hann fyrstur á fleiri økjum á 15-ára longu fótbóltslívsleiðini.

Hann var føddur í London og skrivaði undir við Arsenal sum skúladrongur, men varð leysgivin í 1972. Í 1974 skrivaði hann undir ein yrkissáttmála við Leyton Orient, har hann spældi í trý kappingarár, áðrenn hann skifti til West Bromwich Albion. Í WBA gjørdist hann liðfelagi hjá Cyrille Regis og Brendan Batson og tað var fyrstu ferð, at eitt enskt lið spældi við trimum myrkum leikarum í senn. Kvikleikin hjá Cunningham og spennandi spælistílurin hugtók øll, sum hugdu og hann gjørdist fyrsti litti leikarin, sum umboðaði enska U21-landsliðið, tá ið hann var við í einum venjingardysti í 1977. Tvey ár seinni gjørdist hann fyrsti litti leikarin, tá hann umboðaði enska A-landsliðið í einum kappingarførum dysti (Viv Anderson hevði kortini umboðað enska A-landsliðið áðrenn, men tað var í einum venjingardysti).

Summarið 1979 framdi hann eitt søguligt skifti til Real Madrid fyri £950.000. Hann skoraði tvey byrjanarmál ímóti Valencia og spældi væl í báðum landskappingardystunum ímóti FC Barcelona, tá Real vann La Liga og Copa del Rey sama kappingarár. Árið eftir var hann við, tá Real tapti Europa Cup finaluna 0-1 fyri Liverpool. Men skaðar ávirkaðu skjótt hansara fótbóltsførleika og hann varð útlántur til Manchester United (1982-83) og Sporting Gijón (1983-84), áðrenn hann skifti til Olympique de Marseille í 1984.

Les eisini...  Liverpool Føroyar - sending nr. 100

Hann misti broddin av ferðini og gjørdist ein fótbóltsfjakkari, har hann spældi við Leicester City (1985-86), Rayo Vallecano (1986-87), Wimbledon (1987-88) og Sporting Charleroi (1987-88). Hann var við á vinnandi Wimbledon-liðnum, sum vann 1-0 í FA Cup finaluni 1988 á Liverpool, tá hann varð innskiftur í 56. minutti. Hann skifti aftur til Rayo Vallecano í 1988 og skoraði málið, sum tryggjaði felagnum uppflyting til bestu sponsku deildina undan kappingarárinum 1989-90. Hann gleddi seg til aftur at spæla í bestu sponsku deildini, tá hann var við í bilvanlukkuni, sum drap hann.