Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Ferenc Puskás – hyldligi, tvísporandi ungarnski heryvirmaðurin

Eftir at hava vunnið OL-gull í 1952 og endað sum tveyari undir HM 1954, byrjaði hann fótbóltslívsleiðina av nýggjum í Spania sum 31 ára gamalur.

Hann var føddur 2. apríl 1927 í Budapest og byrjaði yrkisleiðina við felagnum í grannalagnum, Kispest AC, og gjørdi beinanvegin um seg sum ein frálíkur málskjútti. Í 1949 broytti ungarnska stjórnin Kispest til Honvéd Budapest og gav herinum ræðið á liðnum. Skjótt varð Puskás útnevndur til heryvirmann og stjórnaði liðnum til fimm meistaraheiti og varð besti europeiski málskjúttin í 1948.

Í 1945 spældi hann sum 18 ára gamalur fyrstu ferð á A-landsliðnum, har hann skoraði 84 mál í 85 landsdystum, harímillum fýra mál, tá Ungarn vann OL-gull í 1952 og fýra mál afturat, tá Ungarn endaði í HM-finaluni í 1954. Í finaluni steðgaði Vesturtýskland sigursrøðini hjá Ungarn á 31 ósigraðar dystir á rað og liðið varð tísklit nevnt Gylta liðið.

Meðan Honvéd var á fótbóltsrundferð í 1956, brast ungarnskur uppreistur á í heimlandinum. Puskás og fleiri aðrir leikarar tóku avgerð um ikki at venda aftur til Ungarns og endaðu í Spania. Orsakað av, at Puskás sýtti fyri at venda aftur til Ungarns, gav FIFA honum eitt tvey-ára leikbann. 11. august 1958 skrivaði 31 ára gamli Puskás endiliga undir við Real Madrid og gjørdist stjørnuleikari, har hann vann 5 meistaraheiti á rað (1961-65) og tríggjar Europa Cup finalur umframt, at hann var við til at tapa tvær Europa Cup finalur. Í 1962 fekk hann spanskt pass og spældi fýra dystir fyri Spania, harav tríggjar undir HM sama ár.

Hann gavst at spæla eftir at hava vunnið Europa Cup finaluna í 1966 og vandi síðani fleiri lið. Besta úrslitið mundi vera, tá hann leiddi grikska Panathinaikos til Europa Cup finaluna í 1971. Hann vendi aftur til Ungarns í 1993 og stjórnaði Ungarn eitt stutt tíðarskeið, áðrenn hann gavst med alla seinni sama ár.

Les eisini...  Heimsins dýrasti Galácticos

Hann andaðist 79 ára gamalur í Budapest tann 17. november 2006 og liggur grivin á Szent István-bazilika í Budapest.