Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Carlo Ancelotti: Vinícius er heimsins besti

Lagna hansara kundi kortini verið rættiliga nógv øðrvísi.

Í gjárkvøldið vísti Vinícius Júnior stórspæl í spanska oddadystinum, tá  Real Madrid á 1. plássi tók ímóti nr. 2, Girona, sum hevur tikið øll á bóli í ár. Brasilski vongurin skoraði eitt mál og legði upp til tvey onnur mál. Tað fekk Carlo Ancelotti til at siga, at Vinícius er heimsins besti.

Vinícius Júnior er uppaldur í Clube de Regatas do Flamengo í Rio de Janeiro, men lagnan kundi verið eitt sindur øðrvísi, tí hann helt til í venjingarmiðstøðini hjá Flamengo, áðrenn hann skifti til spanska høvuðsstaðin 12. juli 2018, tá hann fylti 18 ár.

Tað var tíðliga um morgunin tann 8. februar 2019, at eldur kyknaði í venjingarmiðstøðini hjá Flamengo, Ninho do Urubu. Hildið verður, at eldur kom í kl. 5 um morgunin og 10 leikarar millum 14 og 17 ár lótu lív. Tríggir aðrir leikarar fingu eisini skaða av eldinum. Luftskiftisskipanin í einum kamari var í ólagi og forsetin í felagnum, Rodolfo Landim, segði tað vera størstu vanlukku í 123 ára søgu felagsins. Leiðarin í landslutinum Rio de Janeiro lýsti tríggjar dagar í sorg og hvørt 10. minutt syngja Flamengo-fjeppararnir um fyri at heiðra teimum 10 “Garotos do Ninho”.

Vinícius Júnior tweetaði longu sama morgun: “Que notícia triste! Oremos por todos! Força, força e força”, ið kann umsetast til: “Sum hetta vóru keðilig tíðindi! Biðji fyri øllum! Styrki, styrki og styrki”.  Áleyparin João Pedro da Cruz, sum eitt skifti spældi við spanska Valladolid og nú spælir við Cruzeiro í heimlandnum, valdi ikki at yvirnátta á miðstøðini júst hasa náttina, meðan Real Madrid keypti Reinier Jesus frá sama felag í januar 2020, og Lucas Paquetá, sum spælir við West Ham, eisini kom frá Flamengo.

Føroyskir venjarar á spildurnýggja Ninho do Urubu 5. februar 2020

Clube de Regatas do Flamengo er best umtókta fótbóltsfelagið í Brazil við okkkurt um 40 milliónum fjepparum og kom veruliga á fótbólskortið, tá liðið vann Copa Libertadores og Intercontinental Cup í 1981. Flamengo hevur eisini fostrað leikarar sum Zico, Junior og Leonardo.

Les eisini...  Heimsins dýrasti Galácticos

Við sigrinum hevur Real Madrid lagt seg 5 stig fram um Girona, sum hevur 6 stig niður til Barcelona á 3. plássi. Barcelona hevur kortini spælt ein dyst færri.