Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Dømdur fongsulsrevsing fyri at nýta ministarabil til privat endamál

Eisini kvinnan, sum í miðlaheiminum er kend sum “lokkufuglurin”, sum skuldi avdúka bilføraran, er dømd fyri sín leiklut í málinum

Ein fyrrverandi bilførari hjá forsætisráðnum í Danmark, varð fríggjadagin dømdur í býrættinum í Keypmannahavn fyri grova órøkt av sínum starvi og gáloysni í sama embæti. 

Í danska landsstýrinum krevst, at øll ið ferðast við ministarabilum, skulu trygdargóðkennast. Harumframt er tað ólógligt at nýta ministarabilar til annað endamál, enn tað, ið hann er ætlaður til; at koyra viðkomandi ráðharrar. Hesum var fyrrverandi bilførarin sekur í, tí hann koyrdi runt við konufólki ið hann var á deyt við, og hetta uttan at tær vóru trygdargóðkendar. 

Kvinnan, ið verður kallað “lokkufuglurin”, er eisini dømd treytaða fongsulsrevsing í 30 dagar. Hon er dømd, tí hon tilvitað vitsti, at tað var ólógligt fyri hana at ferðast við ministarabilinum. Upprunaliga ætlanin hjá henni var at avdúka bilføraran. Í september 2021 setti hon seg í samband við fregnartænastuna hjá løgregluni í Danmark og segði teimum frá sakini um bilføraran. Nú hevur hon so bitið seg sjálva í halin av hesum og er sjálv dømd. 

“Lokkufuglurin” fylgdi upp uppá eitt tipp frá einari keldu og fór so at seta seg í samband við bilføraran, við einari sak fyri eyga. Hon og bilførarin gjørdust væl og fjasaðust, og her var tað, at ministarabilurin gjørdist snúningspunktið. Ekstra Blaðið endaði sítt samstarv við kvinnuna, áðrenn tað endaði galið, tí mett var ikki, at hald var í søguni. 

Fyrrverandi redaktørur á Ekstra Blaðnum var innkallaður sum vitni, men slapp ikki at vitna, tí hann kundi sjálvur ákærast, um so var.