Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

David de Gea fer úr Manchester United

David de Gea verður ikki longur málverjin hjá Manchester United, aftaná hann er frígivin í felagnum.

Heimasíðan hjá Manchester United váttar, at David de Gea er frígvin í felagnum. Tann 32 ára gamli spanski málverjin hevði sáttmála við Manchester United til 30. juni 2023, men sáttmálin verður ikki longdur og tí skal felagið nú finna ein annan málverja.

David de Gea bleiv keyptur úr Atletico Madrid í 2011 fyri 25 mió evrur og var eisini tann seinasti málverjin undir Sir Alex Ferguson. Hann hevur leikt 545 dystir fyri felagið og seinasta kappingarár helt hann eisini oftast búrið reint.

Í tíðini við felagið var de Gea við til at vinna Premier League í 2013, sum eisini var seinasta kappingarár hjá tí skotska venjarnum Alex Ferguson. Afturat tí vann hann Europa League og F.A Cup. Í ár tryggjaði felagið eitt triðja pláss og tískil luttøku í Champions League.

Manchester United skal nú finna ein annan málverja og málverjin André Onana er uppá tal. Sum sigst nærkast Manchester United og Inter Milan einari semju.

Boð eru eftir David de Gea, millum annað feløg sum Al-Hilal úr Saudi Arabia.