Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Føroyingar í milliardaprosjekti í Noregi

Norska fyritøkan Helgeland Smolt fyrireikar í løtuni bygging av nýggjari smoltstøð í Meløy. Prosjektið verður mett at kosta omanfyri eina milliard norskar krónur

Fyrireikingarnar til hetta ovurstóra prosjektið nærkast endanum. Fyritøkan handan prosjektið, Helgeland Smolt, hevur verið í samráðingum við ymiskar veitarar. Eisini føroyskir veitarar hava fingið møguleikan at bjóða uppá ymisk arbeiði í hesum sambandi. 

Føroyska fyritøkan SMJ hevur verið við frá byrjan og loyst flest allar teknisku skipanir.

– Vit gleðast um at prosjekteringsarbeiðið, útboð og samráðingar við arbeiðstakarar hava borið verkætlanina víðari til næsta stig, har smoltstøðin nú verður bygd, sigur SMJ á LinkedIn síðu sínari.

Eisini sigur dagligi leiðarin í Helgeland Smolt, Tor-Arne Gransjøen, at hann er sera væl nøgdur.  

– Í dag eru vit ótrúliga glaðir og stoltir av at seta byggingina í Kilvika í gongd. Fyri at menna okkara fyritøka, fyri at fáa enn betri fisk, samstundis sum vit gerast ein týdningarmikil samfelagsaktørur í Salten og á Helgeland, er tað av alstórum týdningi at fáa sett gongd í prosjektið. Vit virðismeta at okkara eigarar lata okkum satsa, og eru vit sera stoltir av tí, sum vit sum fyritøka, eru við at skapa, sigur dagligi leiðarin í tíðindaskrivi.

Stýrisleiðarin í Helgeland Smolt, Tom Eirik Aasjord, tekur undir við hesum og leggur afturat:
– Vit hava eina stóra ábyrgd fyri góðskuni á okkara fiski og fyri okkara veitarum. Henda ábyrgd er nógvar ferðir størri fyri okkum enn nøkur grundrenta, sjálvt um íløgan er nógv meir krevjandi enn áðrenn grundrentan kom til. 

Sum áður nevnt, er íløgan omanfyri milliardaklassan í norskum krónum. Byggingin verður í 12 atskildum RAS-skipanum (‘Recirculating Aquaculture System’) við serligum atliti til biotrygd. Hetta er sama skipan sum føroyska NAC samtakið lat byggja, tá útbyggingin av smoltstøðini á Norðtoftum gjørdist veruleiki. Kapasitetur er til at framleiða tíggju milliónir smolt á 600 gram hvør og spyrjast 20 nýggj arbeiðspláss burturúr hesum.