Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Mads Pedersen vunnið áttanda teinin í Tour De France

Danin á liðnum Lidl-Trek, Mads Pedersen, hevur í dag, í intensum súkkludysti, vunnið áttanda teinin í Tour De France

Í sera intensum endaspurti megnaði danski súkklarin, Mads Pedersen, at vinna á kappingarneytum hansara. Áttandi teinur bleiv avgjørt í rúgvuspurti.

Hetta er aðruferð, at Mads vinnur ein tein í Tour De France. Í fjør vann hann 13. tein í Tour De France. Í alt gjørdist hetta til 31. sigur hjá danska súkklaranum í hansara yrkisleið.

Fyrr í ár vann Mads Pedersen sætta teinin í Giro d’Italia. Sostatt bleiv hann annar danin eftir Jesper Skibby, ið hevur vunnið ein tein í øllum Grand Tours.