Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Ísrael ætlar at banna Al Jazeera

Við nýggjari lóg verður tað møguligt at banna útlendskum miðlum at arbeiða í Ísrael

Ísrael fyrireikar seg at banna nøkrum útlendskum tíðindamiðlum at senda í landinum, harímillum kendu sjónvarpsstøðina Al Jazeera.

Hetta hendir, eftir at ísraelska parlamentið mánadagin samtykti eina lóg, ið ger tað møguligt at forða altjóða miðlum at senda úr Ísrael, um miðilin verður tulkaður sum ein hóttan móti landsins trygd.

Tað skrivar The Guardian.

– Al Jazeera fer ikki longur at senda úr Ísrael, skrivar ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, á X, sum fyrr æt Twitter, eftir at lógin varð samtykt mánadagin.

Heilt ítøkiliga gevur lógin møguleika fyri at steingja allar deildir í Ísrael í 45 dagar. Eisini kann lógin hava við sær, at deildirnar verða stongdar so leingi sum Ísrael fremur hernaðarlig álop í Gasa.

Miðilin, sum hevur heimstað í Katar, hevur verið lagdur undir at vera sera atfinningarsamur yvirfyri Ísrael og ísraelska herinum fyri hernaðarligu álopini í Gasa, og Al Jazeera hevur eisini ákært ísraelska herin fyri við vilja at hava framt álop móti journalistum hjá Al Jazeera.